2. ári á rað bleiv FM í ½ marathon fyriskipa í Klaksvík. Eftir væleydna tiltak í fjør var aftur í ár litið Treysti í hendi at skipa fyri hesari kapping. Høvuðsstuðul í ár var Eik Banki, og bar kappingin tí navni Eik Hálvmarathon. Eitt býarmarathon, sum í ár livdi enn meira upp til heiti, tí í ár var eingin ferðsla meðan runnið var, og eisini var tónleikur at hoyra frá fleiri heimum á rutuni, sum høvdu vindeygu opin og spældi tónleik, heilt serligan dám setti ungir tónleikarar á norði á Nema við live tónleiki.
Sum eg fyrr havi sagt frá so var eg ikki førur fyri at stilla til start í ár, og skal eg viðganga at tað var við ikki sørt av sorgblidni eg eygleiddi metstóru rúgvuna strúka avstað eftir at eg hevði lati startskoti av.
Í stóru rúgvuni sum fór avstað var kona mín Vera, sum aftur í ár hevði tikið hesar avbjóðing á seg og megnaði hon sanniliga at forbetra í sína tíð við næstan 3 minuttum. Tá ið hon kom um málstrikuna segði klokkan 1:50:45. Virkuliga flott.
Tá ið skipa verður fyri rennikappingum er veðrið altíð ein avgerandi spælari. Dúgliga hava vit hugt inn á teir ymsu veðurtænasturnar seinastu dagarnir, og hava forsøgnirnar boða frá heldur keðiligum veðurlíkindum, men sum dagurin nærkaðist vóru glottar at hóma. Í gjár sá tað einki út at byrja við, men so hvørt vit nærkaðust kl. 14, gjørdist veðrið betur og tá ið renningin varð sett í gongd var fínasta veður, og helt hetta veðrið sær so at siga alla renningina. Fitt av fólki hevði leita sær heim í miðbýin at fylgja við, og ivist eg onga løtu í at tað hevur verið hugaligt hjá rennarunum.
Heiðursmerkjahandanin fór fram í Badmintonhøllini, sum henda dag var karmur um endabrestin á heilsuvikuni Kl. kommuna hevur staði fyri. Flest øll ítróttarfeløg í býnum vóru umboðaði í høllini og vísti tey á teirra virksemi.
Alt í alt ein sera væleydnaður dagur, og sjálvandi síggja vit fram til komandi ár aftur at skipa fyri FM í ½ marathon og vilja vit royna at gera tað enn betur.
Speak Your Mind