Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Hevur tú fingið Alzheimers?

Written by:
Jonhard Larsen
Published on:
April 27, 2021
Thoughts:
No comments yet

Í gjár sá eg grein á Portal.fo við yvirskriftini, “Hevur Astrup fingið alzheimers”. Satt at siga so gjørdist eg eitt sindur bilsin, og ikki frítt argur inn á hetta. Vit hoyra júst í hesum tíðum nógv um hvussu vit skulu virða hvønn annan, og annars vanda okkum um hvussu vit umrøða hvønn annan.

Tað er eingin loyna, nú eg havi valt at skriva nakrar linjur um hetta, at eg eri eitt sindur litaður, tí júst alzheimers sjúkan fyllir nógv hjá mær og okkara familju.

Eg haldi ikki tað er rætt at taka í brúk Alzheimers fyri at gera greinina meira spennandi og áhugaverda. Eg hevði so ikki vilja fingið slíka eyðmerking setta á meg. Vit eiga eitt ríkt mál, og eg haldi tað hevði sømt seg betur at valt aðra orðing.

Seinasti setningur í greinini undirbyggir bara enn meira hvat virðið verður lagt í alzheimers.

Hetta er so bert mín meining.

Vinarliga
Jonhard

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Categories: Alzheimer, Familja, Skriving, YmistTags: alzheimers

Nýggir skógvar

Written by:
Jonhard Larsen
Published on:
November 2, 2020
Thoughts:
No comments yet

Tað er eingin loyna at eg havi ein forkærleika fyri skógvum frá New Balance, og modelli eg renni í kallast 1080. Eg haldi at eg ognaði mær mítt fyrsta par heilt afturi í 2004 stutt eftir at eg av álvara var byrjaður at renna. Treyðugt so, so havi eg … [Continue reading]

Categories: Renning

Japan og Tokyo Marathon 2019

Written by:
Jonhard Larsen
Published on:
April 21, 2019
Thoughts:
No comments yet

Fyri at kalla seg “Six Major’s finisher” so er neyðugt at fáa lagt Tokyo Marathon undir sínar føtur, og tá ið hetta er eitt av mínum málum so varð avgjørt longu í mars mánað í 2018 at vit skuldu til Tokyo at renna marathon í mars 2019. Tað er trupult … [Continue reading]

Categories: Kappingar, RenningTags: Japan, marathon, renning, Tokyo Marathon

Og dagurin er í morgin

Written by:
Jonhard Larsen
Published on:
March 2, 2019
Thoughts:
No comments yet

Einaferð var tað eitt heilt ár til vit skuldu renna Tokyo Marathon, og tað tyktist vera lang tíð síðani. Men ikki veit eg, um heilt fáar tímar verður Tokyo Marathon 2019 skoti í gongd. Tað verður ofta tikið til at tíðin gongur skjótt, ja alt for … [Continue reading]

Categories: Kappingar, RenningTags: renning, Tokyo Marathon

  • 1
  • 2
  • 3
  • …
  • 40
  • Next Page »

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...