Nú er nakað síðani seinastu rennikapping; men leygardagin var so sett hol á eina nýggja vetrarkappingin, sum í ár verður stuðla av Tryggingarfelagnum Føroyar, og ber hon tí heiti TF Vetrarkappingin. Fyrsta umfar er sum vant Runt Agnið á Toftum, ein teinur uppá góðar 10 km. Byrja verður við Tofta Skúla, og máli er á Tofta kaj. Børnini renna 5 km, og byrja tey á Rituvíksvegnum, og enda tey eisini á Tofta kaj. Roysnið hevði lænt málportal og ljóðanlegg frá Treysti til dagin, so tað var sera hugaligt at koma í mál.
Eg havi í seinastuni verið nógv darvaður av skaðanum í lyskuni, sum blívur við at spøkja aftur. Eg havi roynt at vant varisliga, men so koma dagar har eg tíverri leggi ov nógv fyri, við vón um aftur at gerast klárur til kappingar. Man er for ótolin.
Eg havi annars sett mær fyri at eg vil royna at luttaka í so nógvum vetrarkappingum sum til ber, so hóast mína eitt sindur ivasomu støðu meldaði eg meg til Runt Agnið. Havi glett meg aftur at sleppa til kappingar. Hevði tó ikki tær heilt stóru vónirnar, men treyðugt so, megnaði eg at renna eina tíð eg eri nøgdur við. At eg so bert var 7 sek frá at røkka einum 3. plássi í veteranbólkinum er bert spell. Men kanska skuldi tað verða so. Um eg visti av at Egil Olsen lá til eitt 3. pláss so hevði eg nokk spíla meg meira út, og tað kundi sagtans havt keðiligar fylgir.
Veðrið leygardagin var av tí allarbesta, luttøkan metstór, omanfyri 80 rennarar, og fleiri kvinnur enn nakrantíð. Tað sæst tíðiliga at lív aftur er komi í Roysnið, felag fyri frælsan ítrótt í Eysturoy. Tað er sera hugaligt.
Runt Agnið er ein sera avbjóðandi ruta, í sera nátturuvøkrum umhvørvi. Aftaná stutta undanbrekku frá skúlanum verður tú tveittur í eina stívliga 2 km langa mótbrekku, so 6 km av undanbrekku áðrenn leiðin verður løgd umvegis Saltnes, har aftur ein seig mótbrekka bíðar tær, seinastu 500 m er undanbrekka, men tá eru ofta lítið eftir í beinunum.
Eg kom í mál við tíðini 42:23, ein væl planlagdur túrur hjá mær, og sera glaður um at eg kundi legga 2 grønar afturum áðrenn mótbrekkuna á Saltnes, men 7 sek skilti meg frá at rana 3. plássi frá Egil G. Olsen, sum rann sera gott hendan dagin.
Aftaná gott brúsubað, var kaffi, bollar og køka saman við hugnaligum práti á skránni, áðrenn fari var til heiðursmerkja handan. Ein sera vælfyriskipan kapping. Flott Roysnið.
Speak Your Mind