Tíðin saman við børnunum er gull verd. Fyri okkum sum foreldur, og so sanniliga eisini fyri børnini. Men áðrenn vit vita av so eru børnini vaksin. So er spurningurin um vit brúkti nóg nógva tíð saman við børnunum.
Eg og Vera eiga 2 fittar gentir, Sólrun, sum er 18 ár, og Tórfríð, sum júst er blivin 13 ár. Hon hevur í eina tíð sagt, tá ið eg verið 13 ár verið eg tannáringur, og tað er orduliga well. Eg veit ikki um hon forbindur tað við at hon nú er eitt sindur meira vaksin. Allarhelst. Báðar okkara gentir eru sera aktivar í ítrótti, og hetta hava vit stuðla tær fult í. Tórfríð fæst harafturat nógv við tónleik. Eg vildi tó ynskt eg hevði brúkt eitt sindur meira tíð saman við teimum. Eg giti onnur hava tað nokk á sama hátt sum eg.
Mær dámar sera væl at ganga í fjøllunum, so tá ið eg sunnumorgunin vakti Tórfríð og segði at eg fór at ganga mær ein túr niðan á Kjøl, klárvaknaði hon, eg komi við, segði hon, og tað frøddi meg almikið. Aftaná at vit høvdu fingið okkum morgunmat, fóru vit avstað. Vit koyrdu út í Grøv, og hildu so leiðina niðan gjøgnum Gravardal. Veðrið var av tí fagrasta. Ein frálíkur túrur, eg tók fitt av myndum, sum tit kunnu síggja niðanfyri. Vit fóru til gongu umleið klokkan hálvgum 11 og vóru aftir hjá bilinum um 1 tíðina. Góðar 2 tímar.
Eg haldi Tórfríð dámar at ganga í fjøllunum. Hon sigur at hon hevur hug at ganga niðan á Háfjall, so hvør veit um vit ikki ein góðveðursdag í summar enda uppi á Háfjalli. Tá ætla vit at fáa Sólrun og Veru við, ein rætta fjallafamiljutúr.
Speak Your Mind