
Klárur at fara ein langan túr
Eg havi fyrr her á síðuni boða frá at í dag skuldi avgerð fella um eg meldaði meg til Tórshavn Marathon í ár. Tað er í dag júst 3 vikur eftir til Tórshavn Marathon. Eg hevði avgjørt at renna ein langan túr í dag, fyri at staðfesta um eg var klárur til eitt marathon. Eg havi ikki runnið so nógvar langar túrar í ár, hóast tað so havi eg runnið rættuliga nógv.
Eg var tíðliga á fótum í morgun, áðrenn klokkan var 8 hevði eg longu eti eina portión av havragreyti. Umráðandi er at eta minst 2 tímar, helst 3 tímar áðrenn rennast skal. Klokkan 10.15 legði eg frá húsum. Leiðin gekk út á Bumshamar, so út á Núp. Eg hevði avtalað við Gutta áðrenn eg fór avstað at hann skuldi fara frá húsum 45 minuttir eftir at eg var byrjaður at renna. Hann skuldi renna einar 18 km. Vit møttust á Norðoyri, so runnu við saman norður í bátahylin í Haraldssundi, og heim aftur til Gutta.
Vit møttu Pól Sundskarð úti á Norðoyri, tá kom hann av Núp á veg til Kunoyar. Hann skuldi ein av sínum longu túrum. Hann rann yvir 38 km í dag.
Veðrið í dag var einki serligt, ein rættuliga kraftigur sunnanvindur, sum gjørdi tað serstakliga møðsamt at renna út á Núp, og at renna heim aftur úr Haraldssundi.
Áðrenn eg fór avstað hevði eg verið og lagt út 2 depot av vatni og eina banan. Hetta kom sera væl við. Tað er sera umráðandi at drekka nógv soleiðis at man kemur at líða av veskumangul.
Um Gutti ikki var við teir 18 km ivist eg stórliga í um eg hevði megna at runnið so væl í dag. Tá ið vit stóðu í túninum hjá Gutti á Kráargøtu, hevði eg runnið 27,5 km og Gutti góðar 18 km.
Vit tosaðu eitt sindur um túrin, og so var avgerðin tikin. Um lív og heilsa loyvir tí, so rennið eg Tórshavn Marathon sunnudagin 4. september.
Speak Your Mind