Niðurteljingin byrja

Ja so er niðurteljingin byrja til Tórshavn Marathon. Nú eru minni enn 2 vikur eftir.

Í síðstu viku royndi eg at fylgja ráðunum frá Gutta. Mikudagin rann eg 10 ferðir 1 km við 3:50 tempo, pausa ca. 1:50. Hetta føldist ikki for hart, og sunnudagin rann eg 21 km harav 13,5 við 4:10 tempo, harafturímóti føldist tað nokkso hart.

Hesa vikuna fari eg stórt sæð at taka tað róligt, onkran hálvlangan túr, annars einki gart. Eg royni at ganga høgt uppí kostin, men tað er ikki lætt. Mín søta tonn er øgilig.

Gutti við góðum ráðum

Nú minni enn 3 vikur eru eftir til Tórshavn Marathon, vendi eg mær til Gutta fyri at hoyra um hann kundi geva mær nøkur góð venjingar ráð fram til kappingardagin.

Hansara ráð vóru, nú eingin tíð er eftir, at eg mátti endiliga ikki gera for nógv av. Eitt er so heilt vist segði hann, eg komi ikki at forbetra meg stórvegis tíðina, sum er  eftir til kappingina. Um nakað, so er vandi fyri at eg bróti niður, um eg venji for hart.

Um eg skuldi renna intervallir so helt hann eg eitt nú kundi renna nøkur 1 km intervallir við 15-20 sek. skjótari enn marathon tempo. Eisini kundi eg renna ein langan túr har eg t.d. rann 8-10 km í marathon tempo so jogg í 2 km so aftur einar 5 km í marathon tempo fyri líkasum at simulera eitt marathon. Hetta er galdandi fyri hesa vikuna, og tað fari eg at royna.

Tær síðstu 2 vikurnar er bara ein spurningur um at takað tað róligt, og trappa niður til dagin.

Annars so runnið eg og Gutti ein fimmara við tempo í dag. Hetta gjørdu vit norði í Ánunum. Veðrið var ok, nakað av sunnanvind, tó einki at snakka um samanborið við sunnudagin 🙂

Tórshavn Marathon 4. september

Klárur at fara ein langan túr

Eg havi fyrr her á síðuni boða frá at í dag skuldi avgerð fella um eg meldaði meg til Tórshavn Marathon í ár. Tað er í dag júst 3 vikur eftir til Tórshavn Marathon. Eg hevði avgjørt at renna ein langan túr í dag, fyri at staðfesta um eg var klárur til eitt marathon. Eg havi ikki runnið so nógvar langar túrar í ár, hóast tað so havi eg runnið rættuliga nógv.

Eg var tíðliga á fótum í morgun, áðrenn klokkan var 8 hevði eg longu eti eina portión av havragreyti. Umráðandi er at eta minst 2 tímar, helst 3 tímar áðrenn rennast skal. Klokkan 10.15 legði eg frá húsum. Leiðin gekk út á Bumshamar, so út á Núp. Eg hevði avtalað við Gutta áðrenn eg fór avstað at hann skuldi fara frá húsum 45 minuttir eftir at eg var byrjaður at renna. Hann skuldi renna einar 18 km. Vit møttust á Norðoyri, so runnu við saman norður í bátahylin í Haraldssundi, og heim aftur til Gutta.

Vit møttu Pól Sundskarð úti á Norðoyri, tá kom hann av Núp á veg til Kunoyar. Hann skuldi ein av sínum longu túrum. Hann rann yvir 38 km í dag.

Veðrið í dag var einki serligt, ein rættuliga kraftigur sunnanvindur, sum gjørdi tað serstakliga møðsamt at renna út á Núp, og at renna heim aftur úr Haraldssundi.

Áðrenn eg fór avstað hevði eg verið og lagt út 2 depot av vatni og eina banan. Hetta kom sera væl við. Tað er sera umráðandi at drekka nógv soleiðis at man kemur at líða av veskumangul.

Um Gutti ikki var við teir 18 km ivist eg stórliga í um eg hevði megna at runnið so væl í dag. Tá ið vit stóðu í túninum hjá Gutti á Kráargøtu, hevði eg runnið 27,5 km og Gutti góðar 18 km.

Vit tosaðu eitt sindur um túrin, og so var avgerðin tikin. Um lív og heilsa loyvir tí, so rennið eg Tórshavn Marathon sunnudagin 4. september.