Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Tíðin rennur sum streymur í á

Written by:
admin
Published on:
June 13, 2013
Thoughts:
No comments yet

Tað er nú næstan ein mánaði síðan eg skrivaði nakað her á síðuni, tá skrivaði eg um hvussu umráðandi tað er at brúka tíð saman við børnunum, tí áðrenn tú veitst av er tað ov seint. Jú, tíðin gongur skjótt, og er tað nokk okkurt í tí, at jú eldri tú verður sýnist tíðin at ganga enn skjótari.

Nå, men tað gongur einki serligt við renningini hjá mær, eg havi ikki rættuliga fingið gongd aftur á renningina. Í dag vitjaði eg Klæmint á Havnar Fyrioterapi fyri 5. ferð. Eg vil siga at tað gongur framá, um enn seint, lyskutrupuleikar kunnu taka langa tíð. Klæmint hevur givið mær nakra venjingar eg skal gera dagliga, og so royni eg at renna 3 ferðir um vikuna. Pínan er at kalla burtur, men á morguntúrinum (til gongu) niðan á Háls í gjár billaði eg mær inn at eg merkti okkurt. Vónandi bert innbildningar.

Nú ætli eg mær at venja miðvíst, men varliga, máli er at kunna luttaka á Ólavsøku, við einari tíð undir 20 min. Ólavsøkurenningin er 5 km.

Niðanfyri nakrar myndir frá morguntúrinum niðan á Háls

IMG_4279

Rinda møðina við góðum útsýni

IMG_4277

Útsýni av Hálsi

IMG_4287

Veðrið var grátt hendan dagin

IMG_4295

Hugnaligi frístaðurin hjá Heina Ósá

 

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Fjallatúrar, Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...