Nú er ein tíð fráliðin síðani 77 km langa rennitúrin úr Klaksvík til Havnar. Túrurin var harður, men onga løtu á túrinum hugsaði eg tankan at gevast. Vikuna aftaná hevði eg ilt í øllum kroppinum, eg royndi at renna ein stuttan túr hósdagin, men valdi at gevast aftaná góðar 4 km tí eg merkti at kroppurin hevði brúk fyri meira hvílu. Nú 3 vikur eru gingnar eri eg nøkurlunda til reiðar aftur at fara undir regluliga venjing aftur, tó so merki eg enn eitt sindur til skinnabeini, tað hevur hug at arga eitt sindur, so ferðin er ikki tann stóra júst nú.
Eg setti mær fyri at gera mun onkursvegna í samband við at Alzheimerfelagið ætlar at skaffa pening soleiðis at til ber at seta fólk í starv hálva tíð. Leingi hevur verið arbeitt við at fáa eitt kunningar og lýsingarblað út, og harvið skaffa eitt sindur av peningi fyri lýsingar. Uppgávan at skaffa lýsarar er ofta nokkso strævin, og tað er ikki ein uppgáva mær dámar so væl, men tíbetur er tað onnur sum vilja tað. Hvat kundi eg so gera. Sum flest øll vita, so dámar mær væl at renna, so eg hugsaði hví ikki renna til Havnar, og so fáa fólk at stuðla. Fólk kunnu so sjálvi avgera um tey vilja stuðla og hvussu nógv.
Og eg má siga at viljin at stuðla var sanniliga góður. Satt at siga so hugsaði eg, um eg klári at skaffa 20-30 túsund krónur so hevði tað verið óført. Men sum vit nærkaðust degnum rennast skuldu sá eg at varisliga mál eg sett fór at blíva nátt væl ov virðiliga. Leygarmorgunin áðrenn eg fór avstað var upphæddin komin uppá smáar 100 túsund krónir, og tá ið eg sunnudagin lat aftur fyri møguleikanum at stuðla, kundi eg staðfesta at upphæddin var komin uppá 143.000,00 kr.
Eg vil takka tykkum øllum sum valdi at stuðla renningini, eg eri barasta so glaður og takksamur. Eisini vil eg nýta høvi at takka Grafia fyri hjálp í samband við uppsetan av reklamu á blusuni og Reklamuprent í Norðragøtu fyri prent á blusu og Føroya Bjor fyri at stuðla við vatni til túrin. Takk til Rennarin, Admind.fo, Vera Klipt og Bakaríið hjá Jórun. Takk til mínar fantastisku flokkfelagar, sum fylgdu mær allan vegin, takk til Jórun sum súkklaði allan teininum við mær, takk til øll tykkum, sum valdi at fylgja mær partar av teininum. Tit vita bara ikki hvussu nógv tit stuðlaðu. Eg minnust hvussu eg ernaðist tá eg sá flokkin av Treysta rennarum sum hektaðu seg uppá áðrenn Kaldbakstunnulin.
Takk til Alzheimerfelagi og Tórshavnar kommunu fyri tað fantastisku móttøkuna eg fekk tá eg kom til Havnar. Tað var barast so fantastiskt.
Ein serlig tøkk til mín góða vin Pól Sundskarð, sum stuðlaði mær allan vegin. Eg fari so langt sum at siga uttan Pól og Bjørg, ivist eg í um eg kom heilskapaður til Havnar. Takk tit bæði.
Babba spyr meg hvør er meiningin við at mamma tín skal vera sjúk, ein góður spurningur, sum eg sjálvur ofta seti mær sjálvum, men eg trúgvi tað er ein meining við øllum her í lívinum. Eg sigi við babba um mamma ikki hevði alzheimer so hevði eg neyvan samlað 143.000,00 til Alzheimerfelagið, og spurningurin er so nær møguleikin hevði verið at sett hol á at fáa sett fólk í starv.
Takk øll somul fyri allan stuðul. Havi hug at enda við seinasta ørindi av sangi eg skrivaði til mammu, og sum eg havi ognað Alzheimerfelagnum og øllum tykkum, sum á einhvønn hátt hava følt sviðan av hesari ræðuligu sjúku.
Lívið kann tykast so órættvíst
men soleiðis gongur viðhvørt
í okkara heimi tú hevur lýst
og okkum á leið hevur ført
altíð ein skansi var, tá ið vit vóru har,
verji hjá okkum tú var.
Men tað nú broytt alt er, sjúkan teg veikan ger
sjúkan, sum lekjast ei kann.
Speak Your Mind