Týsdagin 18. januar 1966, kundi abbi mín hátíðarhalda sín 45 ára føðingardag. Heima hjá honum var hildin stór føðingardagsveitsla, og nógv fólk var møtt at hátíðarhalda dagin saman við honum. Henda sama dag var mamma mín innløgd á Klaksvíkar Sjúkarhús. Hon var við barn, og komin á tíð. Spenningurin var øgiligur, út á kvøldi komu boð av sjúkrahúsinum at hon hevði átt ein son. Babba, sum sjálvandi var staddur í føðingardegi hjá verfaðir sínum, tók eitt blómutyssi abbi hevði fingið, og skundaði sær út á sjúkrahúsið at skoða sín nýfødda son.
Soleiðis kom eg til verðina fyri 49 árum síðani á sjálvum 45 ára føðingardegnum hjá abba mínum. Abbi mín gjørdist gamal maður, og upplivdu vit báðir at halda ávikavist 45 og 90 ára føðingardag saman í Skálanum fyri 4 árum síðani. Tað var ein sera góður dagur, sum eg veit abbi mín var sera glaður fyri. Hann var sera spentur at sleppa at halda runda føðingardag, og bjóðaði hann øllum at vera vælkomin í Skálan. Nógv nýttu høvi at heilsa honum hendan dagin. Skálin var fullsettur. Serliga glaður var hann fyri heilsuna frá KÍ, sum eg veit hann elskaði so ómetaliga nógv.
Nógv tey seinastu árini hevur abbi drigist við ringa lungnasjúku, men hann hevur tó verið heimabúgvandi inntil fyri góðum ári síðani, tá hann stoltur, sum ein av teimum fyrstu kundi búseta seg á nýggja stásiliga heiminum á Vánni. Honum dámdi væl á Vánni, hann fall skjótt til har, men tíverri so versnaði hansara lungnasjúka, og aftaná stutta sjúkralegu andaðist abbi 19. mai 2014 93 ára gamal.
Góði Jonhard abbi tú hevur verið ein góður abbi, løturnar vit báðir hava havt saman koma altíð at ríka mítt lív, eins og tann vísdóm tú hevur sátt niður í meg, vil eg goyma og geva víðari til míni medmenniskju.
Speak Your Mind