So skuldi tað ganga ein heil vika til eg aftur setti meg við tastaturi at skriva nakrar linjur. At fáa mína skriving at blíva ein dagligan vana er lættari sagt enn gjørt.
Nógv er hent hesa seinastu vikuna, eitt er so at tað er ein vika styttri til marathon í New York. Eg havi runnið nógvar kilometrar, sunnudagin rann eg í heilar 3 tímar, fekk 38 km í beinini, og var tað ein fín venjing. Eg hevði tað fínt aftaná, kann merki at formurin er við at vera har. Helt frí mánadagin.
Í góðveðrinum týsdagin rann eg 12 km saman við mínum góða vini Pól Sundskarð. Altíð hugaligt at renna saman við onkrum, og Pól er sanniliga áhugverdur, vit hava altíð nokk at práta um. Úti á rættini á Norðoyri møttu vit ikki minni áhugaverdum manni. Tá ið vit nærkast rættini síggja vit mann koma rennandi heimeftir, allarhelst verið úti á Núpi og vent, maðurin hevði gula húgvu, vit ivast í um tað kanska var Gutti, tí rennilagi var bara heilt ok, nú hann kemur nærri síggja vit at tað er eingin annar enn olivenoljusjeikurin Rógvi Joensen. Hann aftraði seg við at taka av innbjóðingin at renna saman við okkum heim í býin. Men tá ið vit skiltust við Betri Banka í Klaksvík, takkaði hann fyri eina hugnaliga løtu saman. Ein selfi bleiv tikin.
Mikudagin komu Veru og Tórfríð við mær til Havnar, tær høvdu ørindi í Havn, eg valdi at taka renniklæðir við, tí er roknaði út at hetta fór nokk at blíva ein drúgvur Havnatúrur. Eg avgreiddi ein farlek runt Havnina, 15 ferðir 1 minutt við ferð og 1 minutt við jog. Rættuliga nógvur vindur, men hóast tað ein fín venjing. Rann fram við Tórsbreyt, sum var púra tóm fyri fólk, annars er altíð fólk at síggja á Tórsbreyt, kanska veðrið spældi inn hendan dagin, tað var rættuliga nógvur vindur. Lítandi yvir Tórsbreyt, hugsaði eg um nær munnu vit í Klaksvík fáa eina slíka, gaman í so er okkurt á tekniborðini, men eg haldi at tað gongur alt ov seint. Tórsbreyt er eitt vælsignilsi, tað rokni eg við fleiri við mær munnu taka undir við, hon verður sera nógv brúkt, eg geri sjálvur mangan brúk av henni.
Ein breyt í Klaksvík má koma nú, vit mangla eisini ein fótbólts vøll, ein vøllur nøktar ikki tørvi. Tit hoyrdu Alta Gregersen siga frá hvussu vánaligur okkara verandi vøllur er. Hann er niðurslitin, og tað er í so máta positivt, tað merkir at vit veruliga hava brúk fyri einum vølli afturat.
Mín áheitan til okkara býráð er at fáa gongd at rennibreytini og nýggjan vøll nú. Eg eri vísur í at ein rennibreyt verður gagnlig fyri okkum øll her í norðoyggjum.
Hósdagin, ígjár rann eg 15 km, harav 12 km við marathon tempo, nakað sum líkist 4:15 – 4:20 pr km og tað gekk avbera gott, føldi meg ikki so troyttan aftaná. Rann í býnum, men tað hevði verið super at havt møguleika at runnið ein slíkan túr á breyt.
Í dag er tíbetur eingin venjing á skránni, veðrið er nokkso ófantaligt, tað verður kanska til ein stuttan túr í morgin, og so ein langan túr sunnudagin.
Apropos rennibreyt, leygardagin 14. maj 2011 segði hann okkum at hol var sett á, tá var hann varaborgarstjóri, nú er hann borgarstjóri, og enn er eingin rennibreyt komin. Tað sær út til at innandura spæliland verður raðfest hægri. Kunnu børn nú ikki spæla úti meira, tað er kanska tí so er vandi fyri at Ipaddar og smartfonir vera vátar. Fleiri spælipláss eru kring býin hví ikki dagføra tey og gera tey meira áhugaverd.
Sí innslag frá 2011
Nå, nú gleði eg meg at fara oman til babba at fáa mær ein góðan kaffimunn, saman við góðum vinum, sum altíð eru klárir til eitt gott prát.
Speak Your Mind