
Smíli er har enn 🙂
Í kvøld flúgva tankarnir runt í heysinum á mær, her eg siti í mínum kommandocentrali, við ikki minni enn 5 telduskíggjum framman fyri mær, og í mínum nýliga keyptu beats oyrabúffum lurti eg eftir stóra croonarinum Michael Bublé.
Havi júst tosa við Veru, sum nýtir teir seinastu tímarnir í metripolinum London, har hon saman við 5 øðrum føroyskum hárfríðkarum hevur verið á skeið hjá Vidal Sassoon. Hesir seinastu tímarnir – ja tit gittu rætta – verða sjálvandi brúktir í shopping gøtunum í hesum spennandi býið.
Njótandi vøkru røddina hjá Buble, siti eg og hugsi um hvussu nógv vit øll veruliga hava at gleðast um, lív er ikki ein sjálvfylgja.
Hetta hugaroki í kvøld byrjaði við einum innslagi við sjálvum Dalai Lama, har hann tosar um at okkara stórsti fíggingi er ein sjálvur. Sera áhugavert. Ikki frítt eisini at Andras Sólstein við sínum altíð spennandi reflektiónum var ein inspiratiónskelda til hesar linjur.
Tankar mínir fara sum so ofta til mammu mína, sum ikki longur hevur evni til at reflektera, og njóta eitt tað mest fantastiska við lívinum, nemliga evni til at reflektera. Mamma, sum einaferð var so glað, og lívsfrísk fánar nú burtur dag fyri dag.
Tá ið so Bublé við síni smørrødd singur sangin “Hold On”, pressa tárini seg fram – eg veit babba vil ikki sleppa, og skilji eg hann sera væl. Tá ið hann veruliga hevði brúk fyri hjálp var hon har. Í dag tosaðu vit um umlætting og røktarheim, tá segði hann: “Eg kann ikki bara lata hana fara, hon hevur sanniliga passað og stuðlað mær gjøgnum alt lívi, og tað hevur ikki altíð verið lætt hjá henni.”
Minnist til: Today only comes once in a lifetime. Make the most of it

Til deyðin okkum skilir
So vøkur og av hjarta livandi ord, sum gevur okkum øllum nakad at hugsa um. Latid okkum elska hvønnannan, uttan mun, hvussu lagnan lagar seg. Harrin er trúfastu og er mentur at geva okkum ta styrki sum skal til at bera hvørs annars byrdar.