Mamma og babba í dansi

Maria, Sørmund, mamma og babba

Mamma tín og pápi tín duga so væl at dansa havi eg ofta fingið at vita, so okkurt má vera í tí. Eg minnist væl frá mínum uppvøkstri, at mamma og babba dámdu væl at ganga í dans. Tað eini tíðina var regluliga skipa fyri gamlamannadansi, og tá vóru tey bæði altíð klár.

Eg minnist gott tá eg sjálvur byrjaði at ganga í dans, tá fekk eg mammu at læra meg at dansa. At fara í dans, og bara hyggja at meðan hini dansaðu kundi eg ikki liva við. Stevini mamma lærdi meg í stovuni heima hjá okkum hava verið til stóra gleði fyri meg. Mær dámar sera væl at dansa, burdi kanska gjørt meira við tað.

Men tað eg hugsaði at luta vit tykkum í kvøld var at, eldarfelagið Klaksvík skipaði fyri dansi í kvøld. Dansur fyri teimum omanfyri 60 í Smæruni, sum er í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum, har mamma býr. Babba fortaldi mær at Maria Olsen, sum er ein at stigtakaranum til dansin hevði ringt til hann, og bjóða honum og mamma í dans. Hann hevði verið avvísandi, hann helt ikki at tað fór at rigga. Eg helt við hann, at tað var nú býtt, sjálvandi kundi hann royna at fara, hann nýttist ikki at vera so leingi. Jú eg fekk hann yvirtalaðan at hann skuldi fara. Hann spurdi um ikki eg kom ein túr norður eisini.

Eg havi verið í Havn í allan dag, í samband við at Tórfríð hevur luttikið í fimleika kapping. Eg hevði lukkuliga gloymt alt um dansin í Smæruni, men verið tó mintur á tað meðan eg njóti ein temunn frammanfyri køksvindeyga. Lítandi yvir á Sambýlið á Heygnum síggi eg fult av bilum samlast á parkeringsplássunum framman fyri Smæruna, eg hyggi eftir køksklokkuni, hon vísur 20:50. Dansurin skuldi byrja kl. 21 visti eg. Eg geri skjótt av, fái mær jakka uppá so í bilin og beina kós norður á Sambýlið á Heygnum. Tí eg vildi gjarna vera við tá ið tey bæði trinu inn í dansin í Smæruni.

Tá eg komi inn í stovuna á sambýlinum eru tey bæði, babba og mamma, klára at fara í Smæruna at dansa. Sandalirnar vóru skiftar út við skógvar, so hon trygt kundi taka ein svingom. Lagi á mammu var gott, vit tóku elevatorin niður undir. Tá við koma úr elevatorin hoyra vit harmonikutónleik. Erland og Poli spæla uppá.

Eg haldi meg eitt sindur aftanfyri tey bæði, tá ið tey fara inn í dansin. Móttøkan tey fáa er einastandandi, har er næstan bara kent fólk. Fleiri pør eru longu á gólvinum, so babba tekur um mammu og tey byrja at dansa. Tað gekk ein løta inntil rætta stevi kom, men so kom glið á, og tey bæði dansaði stillisliga til vøkru harmonikutónarnir frá Erland og Pola. At síggja heitu móttøkuna tey bæði fingið frá gomlum dansi vinum var hjartanemandi. Vi tárum í eygunum valdi eg at fara.

Eg tosaði við babba seinni í kvøld, og segði hann mær hvussu glaður hann var at hann var farin í Smærina við mammu. Hóast tey ikki vóru har so leingi, so var løtan avbera góð.

Nú er minni enn ein vika til túrin hjá mær.

Stuðulsrenning:
Klaksvík – Tórshavn – 77 km

Comments

  1. Olevina says:

    Hjartanemandi at lesa, Jonhard. Og ein deilig mynd. Deiligt at tey fóru at dansa. Tað er so sunt fyri bæði kropp og sál at dansa.

Speak Your Mind

*