Nú havi eg ikki verið í renniskógvum síðani Vilt de Suðuroy. Sera óhugaligt ikki at kunna renna.
Eitt av mínum málum í vetur við at luttaka í vetrarkappingini hevur verið at fyrireika meg til summarkappingarnar, og eisini havi eg spælt mær við tankan um at renna eitt marathon seinni í ár. Kanska í Reykjavík í august. Men tað skal heldur ikki verða nøkur loyna eg hevði eitt annað mál meðan vetrarkappingin gekk, og tað var at basa grannanum hjá mær Heina Gregersen. Heini er vorðin ein sera raskur rennari so tað var eingin nem uppgáva, men eg metti við miðvísari venjing skuldi eg nokk geva honum skarpan gang.
Tá ið vit luttóku í 6. umfari í Trongisvági mundi tað lukkast, men Heini átti ein super endaspurt sum eg ikki megnaði at svara aftur uppá. Nú tað var vorðið so javnt ímillum okkum, setti eg mítt álit til 7. og seinasta umfar í Runavík leygardagin 30. mars, 10 km, sum eisini var FM kapping. Eg legði nokkso hart út, og ætlaði at tað skuldi røkka á mál, men tá ið 4 km manglaðu í kom Heini upp á síðuna á mær, og hann fór eisini fram um, tíbetur setti hann ferðina niður. Eg fylgdi hon tætt seinastu km, og tá ið 500 m vóru eftir á mál setti eg inn ein mega endaspurt, sum Heini ikki kláraði at svara til, endin var at eg vann á grannanum og gleðin var ovurstór. Men tíverri má eg siga at gleðin var stokkut, eg merkti gott hendan dagin, at okkurt hendi við mínari lysku vinstru megin, og hevur hon darva meg so mikið nógv, at eg ikki rættuliga havi kunna vant við skili líka síðani.
Kanska var tað ein skeiv avgerð at verða við í tiltakinum Vilt de Suðuroy, men tann felagsskapin og hugan vildi eg ikki verða fyri uttan.
Eg var til viðtalu hjá Ole Christensen, sum var og vitjaði í Klaksvík í seinastu viku. Hann arbeiddi í Klaksvík í 80’inum, og var tá nógv knýttur at ítróttinum í Klaksvík. Hann vísti mær á hvør muskul talan var um, og ráddi mær til at vitja ein fysioterateut til víðari viðgerð. Hetta verið eg nokk noyddur at gera. Sum støðan er nú, aftaná hvíld í 9 dagar merki eg enn til hendan skaðan.
Soleiðis kunnu mál hava sín prís. Niðurstøðan hjá mær er at eg var ikki til reiðar til tað avrikið eg gjørdi í Runavík. Eg rann yvir evnir hendan dagin, og tá hendir slíkt óvænta.
Speak Your Mind