Nú minni enn 3 vikur eru eftir til Tórshavn Marathon, vendi eg mær til Gutta fyri at hoyra um hann kundi geva mær nøkur góð venjingar ráð fram til kappingardagin.
Hansara ráð vóru, nú eingin tíð er eftir, at eg mátti endiliga ikki gera for nógv av. Eitt er so heilt vist segði hann, eg komi ikki at forbetra meg stórvegis tíðina, sum er eftir til kappingina. Um nakað, so er vandi fyri at eg bróti niður, um eg venji for hart.
Um eg skuldi renna intervallir so helt hann eg eitt nú kundi renna nøkur 1 km intervallir við 15-20 sek. skjótari enn marathon tempo. Eisini kundi eg renna ein langan túr har eg t.d. rann 8-10 km í marathon tempo so jogg í 2 km so aftur einar 5 km í marathon tempo fyri líkasum at simulera eitt marathon. Hetta er galdandi fyri hesa vikuna, og tað fari eg at royna.
Tær síðstu 2 vikurnar er bara ein spurningur um at takað tað róligt, og trappa niður til dagin.
Annars so runnið eg og Gutti ein fimmara við tempo í dag. Hetta gjørdu vit norði í Ánunum. Veðrið var ok, nakað av sunnanvind, tó einki at snakka um samanborið við sunnudagin 🙂
Speak Your Mind