Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Flaggdagsrenningin av ongum

Written by:
admin
Published on:
April 26, 2013
Thoughts:
No comments yet

flagg-2013Skaðin eg havi fingið at dragast við darvar mær so mikið nógv at tað kom ongantíð uppá tal at stilla upp til flaggdagsrenningina í ár, sum eg annars hevði melda meg til fyri fleiri vikum síðani. Eg havi nú ikki runnið í næstan 2 vikur, og enn merki eg til skaðan í vinstru lysku, og um nakað so er tað vorðið verri. Eg verið noyddur at leita mær til lækna fyri at fáa eina ávísing til fysioterateut.

Flaggdagin brúkti eg nakrar tímar omanfyri húsini, har flutti eg eina grótrúgvu, sum vónandi einaferð um ikki so langa tíð virkar sum fundament undir einum túni vit kunnu gera brúk av tá ið veðurguðarnir vísa seg frá teirri góðu síðuni.

Eg leitaði mær eisini oman í Djúpumýri at síggja seinastu minuttirnar av klassikaranum millum KÍ og HB. Tað sá lovandi út tað einu løtuna, men sum so mangan áður var mann vitni til 2 keðilig mál HB megnaði at seta í meskarnar aftanfyri Meinhard Joensen stutt fyri leiklok. Ein málríkur dystur við heili 7 málum, harav 4 stóðu skeivu megin á máltalvuni.

Eg verið neyvan til reiðar at renna ½ marathon komandi vikuskifti, sum eg annars havi glett meg nógv til, men KÍ spælir aftur longu sunnudagin í Gøtu móti Víkingi. Koyr á KÍ.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Kappingar, Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...