Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Endiliga bragdaði

Written by:
admin
Published on:
March 31, 2013
Thoughts:
No comments yet

Í gjár var 7. og seinasta umfar í vetrarkappingini avgreitt í Runavík. Henda kapping var samstundis eisini FM í 10 km. Fitt av luttakarum vóru møttir í góðveðrinum, sum vit hava verið vælsignað við næstan allan vetur, kann man róliga siga. Kappingin skuldi vísa seg at gerast sera spennandi og fyri meg serstakliga gleðilig.

Eg havi vant dúgliga í vetur, og er formurin eisini spakuliga vorðin betur. Eg havi luttikið í øllum kappingum í ár, og skal tað eingin loyna vera at eg havi havt míni mál, og har eg náddi eitt av teimum í gjár. Í øllum kappingunum í ár havi eg ikki megna at gjørt nakað við Heina Gregersen, sum hevur verið væl rennandi í vetur. Tá ið vit kappaðist í Suðuroy fyri 2 vikum síðani, gjørdist eg akkurát ov stuttur, men í gjár megnaði eg við blóðsmakki í munninum akkurát at hava Heina 6 sek. aftanfyri meg.

vk7-2Eg valdi at leggja hart út, í vón um at hetta fór at røkka á mál, men so skuldi ikki verða. Við 7 km var Heini komin upp til mín og legði hann seg framum meg. Eg var sera móður, og eingin ivi um at Heini var tað sama, nú hann hevði arbeitt seg framum meg. Eg valdi at hanga í Heina so hann ikki slapp leysur av mær, og lukku tíð setti hann ferðina niður á seinasta km, hetta gav mær neyðuga luft til at eg kundi seinastu 500 m seta ferðina upp og enda við einum spurti, sum Heini tíbetur ikki svaraði aftur uppá.

Nú er tað langt síðani eg við gleðisýlum eri komin um málstrikuna. Ein sera góð kensla, sum eg vónandi skjótt aftur kann koma at uppliva. Avrikið í gjár rakk til eitt samlað 7. pláss og eitt 2. pláss í veteranbólkinum við tíðini 39 min. og 16 sek.

Næsta kapping verður Flaggdagsrenningin í Havn.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Kappingar, Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...