Brekkurnar avbjóðingin heldur enn veðrið

Leygardagin var 4. umfar í vetrarkappingini. Kvøldi fyri hevði eg avtala við Gutta at vit skuldu koyra saman til Sørvágs. Leygarmorgunin var eg tíðliga á fótum, og veðrið var einki at reypa av, í løtum var grovur heglingsælingur, hevði bestan hugin at avlýsa. Ringdi til Gutta, sum akkurat hevði fingið eygu, so hann visti ikki hvussu veðrið var. Uppbakning til avlýsing far man ikki lættliga frá Gutta, so vit avráddu at fara úr Klaksvík kl. 9:15. Renningin byrjaði kl. 11:00. Gutti hevði okkara tíðtøku tól við, so vit máttu verða til tíðina.

Komnir vestur var rúgva av fólki møtt upp til renning, næstan eingin hevði valt mína ætlaðu tøsutu loysn at avlýsa, heldur vóru fleiri komin afturat, teimum so høvdu melda til frammanundan.

Eins og undanfarin ár verður runnið frá kirkjuni í Sørvági vestur til Bø, okkurt ári niðan ímóti Gásadalstunlinum. Veðrið varð kanska ein avbjóðing, og valdu fyriskiparnir tí at stytta rutuna nakað soleiðis at bert bleiv runnið nakað niðan í brekkuna aftaná Bø. Ein teinur uppá knappar 10 km. Gott fyri Havnar dámirnar, sum gramdu seg um at tær høvdu fingið tað fatan at teinurin eins og seinasta ár skuldi verða góðar 8 km, men rætt skal vera rætt, mær dámdi líka gott at teinurin bleiv styttur, so tað slapst undan at renna niðan ímóti Gásadalstunlinum.

Fáar minuttir eftir klokkan 11, mítt ur segði 11:03, var kappingin skotin í gongd, og fóru gott hálvhundrað glaðir rennarar til stroks móti Bø, og veðrið var fínasta slag, haldi at veðrið broyttist til tað betra beint áðrenn skoti var í gongd. Tað bleiv lagt ógvuliga varisliga út, um tað var óttin fyri at líkindini at renna ikki vóru so góð, skal eg ikki tora at siga, tað einu løtuna var tað so galið at eg lág fremstur, og tað var so ikki rætt, men tað gekk ikki leingi, so kom ferð á og ein og ein struku teir skjótu mennirnir fram við mær, leiddir av unga Sandávagsmanninum Hanus í Horni Nielsen, sum til Nýggjárhálvmarathon rættuliga fekk víst sínar dygdir sum rennara. Honum í hølinum vóru Sam, Henry og Einar, stuttligt eisini at síggja nýtt fólk hjá okkum blanda seg í oddin, her hugsi eg um Steffan Klein Poulsen.

Niels Poulsen fór eisini fram við mær áðrenn vit komu til Bíggjar, forrestin so megnaði eg at halda honum aftanfyri meg til nýggjárhálvmarathon, eg hugsaði at nú skuldi hann geva mær eitt aftursvar, og tað slóg eg meg eisini til tols við og um tað skuldi verða so, so var tað heilt ok. Eg royndi at hanga í honum, og hann royndi eisini at heppa á meg, soleiðis at eg hekk í. Eg royndi bara at avstandurin millum okkum ikki vaks. Mótbrekkurnar tá ið vit runni til Bíggjar vóru øgiligar, føldi meg sera troyttan, men tá ið vit høvdu vent og fingi undanbrekku vísti tað seg sum at eg ikki fekk ferðina upp, kanska skyldast hetta tungu venjingina eg júst nú eri í, nú eg fyrireiki meg til Tokyo Marathon.

Ein annar sum eisini fór forbí meg var ungi toftamaðurin Ingi Johannesen, eg havi til onkra kapping drilla hann eitt sindur við at tað er ikki nóg gott at hann ikki klárar at vinna á einum so gamlum manni sum meg. Hesaferð lat hann onga iva verða hvør av okkum orkaði betur. Óført Ingi, soleiðis eigur tað at vera.

Nå, men tá ið 2 km vóru eftir, seti eg ferðina eitt sindur upp, og komi upp til Niels, hann tykist ikki at klára at halda ferðina og biður meg bara fara, hetta gevur mær eyka styrki og megni eg at halda ferðina á mál. At tað skuldi røkka til eitt 3. pláss í veteran bólkinum hevði eg slettis ikki í tonkunum tá ið eg fór frá Niels.

Ein sera væleydna kapping har eg fari at siga at brekkurnar ávegis til Bø vóru tann stóra avbjóðingin, veðrið tørnaði seg út til at blíva fínasta slag.

Aftaná gott brúsubað í SÍ húsinum var heiðursmerkja handan í kirkjuhúsinum og borðreitt við vælsmakkandi suppu við kaffi og køkum omaná.

Takk Frælsi fyri eitt sera væl fyriskipa rennitiltak.

 

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.