Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Vrakaður sum blóðgevið

Written by:
admin
Published on:
October 3, 2012
Thoughts:
No comments yet

Fyri einum ári síðani bleiv eg uppringdur av blóðbankanum á Kl. Sjúkrahúsið. Tey boðaðu mær frá at mítt blóðprocent var ov lágt, og hildu tey at best var um eg ikki lat blóð í eina tíð. Júst um hetta mundi føli eg meg ikki so væl fyri, og kanska sum ein avleiðing av uppringingini frá blóðbankanum fór eg at lata meg kannað meira gjølla. Hetta er eisini um sama mundi eg fyri fyrstu fer í mínari tíð sum rennari noyðist at gevast til eina kapping. Tað var til Tórshavn Marathon 6. sept. í fjør.

Eg fór til læknan og bað um at fáa eina kanning frá høvur til tá. Eftir drúgvar kanningar skuldi tað vísa seg at mítt stoffskifti var alt alt for høgt. Eg bleiv settur í medicinska viðgerð beinanvegin. Eg byrjaði við at taka 4 tablettir um dagin av Thycopsol, fyri at fáa stoffskifti niður. Í dag er hendan dosis so komin niður á eina ½ tablet 5 ferð um vikuna. So ein kann siga at eg næstan eri sloppin av við medicini. Eg havi javnan seinasta ári tikið blóðroyndir fyri at síggja gongdina á stoffskiftinum.

Í dag var eg so aftur uppringdur av blóðbankanum á Kl. Sjúkrahúsið. Eftir sum eg enn havi ov lágt blóðprocent, og eg enn takið heilivág, metti tey tað vera best at eg verið frítikin fyri mína tænastu sum blóðgevið.

At verða vrakaður er sjálvandi altíð sera keðiligt, men í hesum føri skilji eg gott teirra støðu. Einki enn tað besta er gott nokk tá ið um blóð ræður. Tað harmar meg sjálvandi ikki longur at kunna verða partur av bloðdonorliðnum. Eg vil nýta høvi at takka tykkum í blóðbankanum á Kl. Sjúkrahúsið fyri at tað super arbeiði tit gera, sum dagliga er við til at bjarga mannalívum.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Heilsa

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...