Fríggjadagurin byrjaði, eins og veðurmaðurin Alex Rasmussen hevði sagt frá í Góðan morgun Føroyar. Áarføri. Einki serliga hugaligt nú fjøllini verða gingin.
Men Alex segði tó at veðrið fór at batna út á dagin, og so var, nakað út á seinnapartin sleit í. Hetta fær meg at hugsa um at Vera á Ólavsøku spurdi annan veðurmann – Petur Skeel – um tað fór at slíta í, tá svarar hann, jamen góða tað bara sirmar, um tað skal slíta í so skal regn til 🙂
Klokkan hálvgun fimm fór eg í renniskógvarnar, og máli í dag var at renna norður í nýggja býlingin á Hjálla. Fitt av høgættarvind. Nokkso stævi at rennan niðan í ovaru gøtuna, Millum Hjálla. Eg kann ímynda mær her er ógvuliga vindhart. Komin niðaná síggi eg mann við stavi, sum eg komi nærri síggi eg at tað er Rudolf í Garðinum, sum í øllum vindinum er farin sær ein gongutúr. Eg steðgi á eina løtu, og vit prát eitt sindur. Hann kennir meg ikki beinanvegin, sigur at hann er vorðin so blindur, hevur ikki kunna lisið seinasta hálva árið. Rudolt býr í sambýlinum á Heygum.
Eg haldi leiðina fram til endan á vegnum, tungt er at renna í móti nógva høgættarvindinum. Taki nakrar myndir, so gongur leiðin heimaftur í býin, og nú nakað hugaligari við heldur meiri ferð undan vindinum. Túrurin endar úti á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg havi fingið mær til vana at enda her, og so ganga niðan á Traðagøtu.
Ein fínur túrur, við nógvum mót- og undanbrekkum og nógvum mót- og undanvindi. Óvuliga heystligt.
Speak Your Mind