Vestanstevna 2011

Summari er árstíðin tá ið stevnurnar vera hildnar, hetta vikuskifti er Vestanstevna, og í ár verður hon hildin í Miðvági. Longu í gjárkvøldi var stevnurenningin fyri børn og vaksin hildin. Hjá teimum vaksnu er eisini talan um Grand Prix og var hetta 5. umfar.

Eg var eisini partur av startfeltinum, sum var sent avstað kl. nakrar minuttir yvir 6 í gjárkvøldi. Gutti og Marnar eru í Svøríki so teir vóru ikki við og Henry Olsen var ikki tilmeldaður áðrenn, so eg var spentur at síggja um hann møtti upp, men so var ikki. Men har var annars maður, Pauli Johannesen, eg fyrr havi kappast við komin til kappingina. Sam Vang var eisini við.

Rutan var nokkso strævin, vit skuldu fyrst renna út í bátahylin fyri síðani at renna inn til høvuðsvegin og niðan til Leitisvatn og so sama túr heimaftur. Túrurin niðan til vatni var nokkso harður, eg, Sam og Pauli løgdu út saman og skiftust eg og Sam at føra. Tá ið vit høvdu vent við vatni setti Sam ferðina upp, vekk var hann. Pauli hekk í til góðir 2 km vóru eftir. Eg kom í mál 18 sek. eftir Sam, og Pauli var 21 sek aftaná meg. Fyri Sam var kapping tað reina hygg, men eg fekk væl burturúr, eg eri sera væl nøgdur við mítt avrik. Ein miðalferð uppá 3:40 pr. km er ok.

Ein bílig medalja, men uppá skammilin kom eg so.

Næsta avbjóðing verður á Fjarðastevnu, sum hesaferð verður hildin á Strondum. Eftir hvat eg havi skilt so verður talan um ein eitt sindur longri tein, kanska 10 km.

 

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.