Um júst eina viku verður árliga Melody Grand prix hildi í Malmø. Fyri tíð síðani fingu Vera og Karin Sólsker boði møguleikan at vera við sum hárfríðkarar til hesa stóru altjóða kapping, sum uttan iva flestu føroyingar kenna til. Í dag upprann so endiliga dagurin at tær skuldi avstað. Longu klokkan 2 í dag skuldu tær møta til kunnandi fund í Malmø, so neyðugt var at taka pyjamasrutuna til Danmarkar, og Garðataxa var longu í túninum áðrenn klokkan var 6 í morgun. Vera og Karin eru partur av einum toymi uppá meira enn 20 hárfríðkarar frá Schwarzkopf. Schwarzkopf er ein av høvuðsstuðlunum til kappingina, og skal tí stilla við hárfríðkarum.
Spennandi verður at fylgja við hvussu fer at gangast teimum, hetta er uttan iva ein av stórstu avbjóðingum tær hava tikið á seg, men ivist eg onga løtu í, hesa avbjóðing koma tær at klára til UG. Føroyskir hárfríðkarar standa einki aftan fyri hárfríðkarar í okkara grannalondum.
Eg havi annars tikið mær av løttum í dag, um tað er tí ongar pliktir kalla á heimafrontinum skal eg lata vera ósagt. Eg valdi at støkka inn á gólvi hjá Jonhard abba, hugsaði at hann kanska trongdi til ein biltúr nú hann ikki sjálvur longur koyrir bil. Tað er nú næstan 2 ár síðani hann lat sítt koyrikort inn, tá var hann 90 ára gamal. Sjónin var farin at bila, og læknin helt ikki tað var ráðiligt hjá honum at halda á fram at koyra bil. Tá ið hann misti rættin at koyra bil helt hann fyri, at hetta fór at taka lívi av honum. So tit kunnu ætla at tann dagligi biltúrurin hevur fylt nógv í hansara gerandisdegi. Í dag er hann 92 ár og hevur tað gott eftir umstøðunum. Hann býr heima enn, røktarheim vil hann ikki hoyra talan um.
Eg og onnur hava so inn í millum verið biltúr við honum, so tað er blivi til nakrir biltúrar tilsamans, og var hann sjálvandi fegin tá eg í dag kom inn og bað hann koma ein biltúr, hann var skjótur úr stólinum og gjørdi seg kláran. Fyrst út á kaiina, har rendu vit okkum í eina venjing hjá sløkkiliðnum, ella kanska var tað ein kapping millum sløkkilið, teir hugnaðu sær íhvørtfall óført, vi slangum og vatni. Eftir at vit høvdu eygleitt teir eina løtu løgdu vit leiðina norðureftir, steðgaðu á í MAGN har fingu vit okkum ein ís, hetta dámdi gamla. So longur norður umvegis Norðhavnina norður í Haraldssund, og práti gekk lystiliga allan vegin. Alt frá skipum til røktingarmenn vit møta á vegnum. Jú eg haldi abbi hugnar sær tá ið vit koyra biltúr, og hann sleppur at avgerða hvørja leið vit skulu taka. Tá vit koma norður um byrgingina spyrji eg um vit skulu fara til Kunoyar, men tað heldur hann ikki, Haraldssund er ok. Vit koyra eisini niðan í tann nýggja býlingin, og John Damberg verður eisini havdur á lofti nú hann er vorðin “Strømer på Samsø”.
Tá ið vit koma heimaftur leggja vit leiðina niðan í nýggja býlingin á Grashjalla, har steðga vit á eina løtu og prátu um tað vit síggja við hesum frálíka útsýninum um m.a. grótbroti á Bumshamri, sum nú næstan er uppfylt aftur. Tá sigur hann at hann var við til at byrja uppá tað fyrsta grótbroti saman við Esbern í Garðinum, tað er har Elmar Zachariassen hevur bilverkstað nú. Hann minstist annars at Berint i Brekkuni, ið arbeiddi har, var so ómetaliga bangin tá ið teir skuldu skjóta, at hann rýmdi heilt heim í Brekkuna.
Aftaná góðan tíma í bilinum byrji eg at tosa um at koyra hann heim, tá letur í honum, vit mangla Oyrar, eingin biltúrur uttan ein túr út á Oyrar.
Komnir heim aftur aftaná nærum 2 tímar í bilinum, fekk eg mær ein skjóta pulvur kaffimunn, abbi hann setti seg væl fyri at hyggja eftir fótbólti, tað dámar honum so avbera væl. Tað var FA Cup finala millum Man. City og Wigan. Eg biði hon farvæl, hann takkar fyri frálíka biltúrin, og eg ivist onga løtu í hann gleðir seg longu til næstu ferð.
Annars so ringdi hann niðan til mín í kvøld og spurdi um eg ikki hevði hugt eftir fótbólti, hann fortaldi mær at Wigan vann 1-0, fekk mál í síðsta min. Ja, hvør skuldi trúð tí.
Enn ein frálíkur dagur er nú at enda komin, takk fyri tað, morgindagurin hann má sær sjálvum ráða. Livst so spyrst.
Speak Your Mind