Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Varmakelda 2011

Written by:
admin
Published on:
July 5, 2011
Thoughts:
1 Comment

Sunnudagin var eg aftur í kapping, hesaferð í Fuglafirði har tað hevur verið stevna í vikuskiftinum. Fyrireikarnir av stevnuni heitti á okkum í Treysti at skipa fyri stevnurenning, og tað játtaðu vit sjálvandi.

Gutti, sum júst var afturkomin av Oyggjaleikum stóð á odda fyri kappingini, við góðari hjálp frá øðrum Treysta fólki. Gutti luttók ikki sjálvur, hann rann annars úr Klaksvík til Fuglafirðar hendan dagin Andreas Josephsen gjørdi tað sama. Frá Badmintonhøllini umvegis gamla Lorvíksvegin til Fuglafirðar, góðar 17 km.

Fyrst vóru tey vaksnu send avstað, teinurin var 3,7 km. Rennast skuldi út á skrell, sum tað eitur í Fuglafirði. Fitt av mótbrekku út at venda. Einasti veruligi kappingarneytin eg hevði var Borgar, sum hevði verið í brúdleypi alla náttina, so eg helt so avgjørt eg kundi bjóða honum av. Men so skuldi ikki vera. Eg legði hart út, og Borgar fylgdi við og fór skjótt framum meg, har bleiv hann liggjandi til vit komu á mál. Eg royndi at seta á í undanbrekkuni heimaftur, men tað gjørdi Borgar eisini, ennfá meira enn eg, tí tað øktist millum okkum á vegnum heim. Borgar var 25 sek. frammanfyri meg tá ið avtornaði. Hóast hetta so vann eg bólkin hjá monnum. Borgar vann veteranbólkin. Eingin opin bólkar var hendan dagin.

Eg eri sera glaður fyri kappingina, ein super venjingartúrur, hetta er nokk tað skjótasta eg havi runnið í ár. Meðalferðin var 3:34 pr. km. Eg hevði blóðsmakk í munninum tá eg kom á mál.

Næsta kapping verður í Miðvági nú fríggjakvøldi, tá er Vestanstevna. Eftir hvat eg havi frætt so verður teinurin 7 km hjá teimum vaksnu, og er hetta eisini 5. umfar í Grand prix.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Kappingar

Comments

  1. vera larsen says

    July 12, 2011 at 23:19

    super óførur ert tú 🙂

    Reply

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...