Upp aftur á hestin

Nú eru so nakrir dagar gingnir síðani Tórshavn Marathon. Eg skal viðganga eg havi verið eitt sindur ávirkaður av tí, sum hendi fyri meg sunnudagin. Nú nakað av tíð er fráliðin, haldi eg at eg eri komin yvir tað, og til reiðar at stíga uppá hestin.

Sum flest øllum kunnugt so noyddist eg at gevast tá eg var komin hálva leið. Longu tá ið eg hevði runnið umleið 6 km fekk eg livurhøgg, nakað, sum eg ongantið áður til nakra kapping havi fingið. Tá ið hetta hendi lá eg fremstur saman við Hallur og Eiriki, vinnarinum frá í fjør. Eg royndi at hanga í teimum, men eg mátti sleppa. Einasti máti at sleppa av við livurhøgg er at seta ferðina niður, tað gjørdi eg so, og tað bleiv eisini fregari, men heilt burtur fór tað ongantíð. Við 10 km merki, sum er við Mannbrekku, fekk eg vatn og eina salttablet frá Jórun. Jórun fylgdi mær allan túrin. Hetta tyktist at hjálpa, men eg var ikki komin meira enn reiðiliga forbí rundkoyringina í Hoyvík, so var aftur galið. Eg royndi at halda ferðini uppi, og vónaði tað skuldi gerast betur, men tíverri. Í brekkuni oman til Hvítanes, royndi eg at seta ferð á, men so tók pínan til, so eg fekk onga hjálp frá undanbrekkunum.

Nú longdist eg bert eftir at koma til vendipunkti hjá teimum sum runnið ½ marathon, har var eitt vatndepot. Eg havi avtala við Jórun at hon skuldi vera har. Beint áðrenn bleiv eg innheintaður av einum útlendingi, eftir blusuni at døma, hon var appilsingul, kundi hann verið hollendari. Eg merki hann koma nærri, hevði hugt afturum nakrar ferðir, at hyggja afturum er eitt veikheitstekin, tað kemur ikki fyri at eg til kappingar hyggi afturum. Tá ið hann so kemur upp til mín spyrji eg, fyrst á føroyskum, um hann skal renna ½ ella heilt, hetta skilir hann ikki, so royni eg aftur á enskum. Eg metti hann at renna ½, men hann skuldi renna heilt. Shit, hugsaði eg. At síggja til hevði hann nógv yvirskot. At vera yvirhálaður er ræðuligt, serliga tá ið tú hevur runnið einsamallur í 8 km.

Longu her byrjaði eg at fáa eina keðiliga kenslu, tí eg visti at eg fór ikki at klára at fáa hann aftur. Tá ið eg var komin til 18 km, hevði eg bestan hugin at gevast. Men eg pindi meg at renna til avkoyringina til Kaldbak, har var eitt vatndepot. Har skuldi eg fáa mína fystu tupu av energi. Eg velja at stegði har fyri eg geva mær góðar sundir at drekka ríkiligt av vatni og energi gel, og eg haldi so á fram. Men bert einar 500 metur seinni, taki eg tað tungu avgerð at gevast.

Meðan eg soleiðis siti á bilvejuni við vegin, kemur Petur Lamhauge sum tann fyrsti framvið, eg heilsi, og ynskji hon góða eydnu, so gongur ein løta og Jóhan Havn kemur framvið, hann heppar meg at halda á fram,biður meg trýsta á har pínan er tað hjálpur sigur hann, eg gerið eina síðstu roynd, men har er einki at gera. Neistin var slóknaður, kroppurin vildi ikki meira.

 

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.