Nú bert 11 dagar eru eftir til start í Stockholm segði vektin í morgin 73,5 kg, og eingin renning er á skránni í dag. Eg havi verið til arbeiðis í Havn og tá liggur ofta illa fyri at renna.
Eg byrjaði í morgun við at kóka mær havragreyt við rosinum, og kanelsukur omaná, eitt sindur søtur má eg vera 🙂 Meðan greyturin kølnaði, gjørdi eg nøkur búkøvilsir. Ætli mær at gera tað til eina vana at gera eitt sindur av styrkivenjingum hvønn morgun.
Tá ið klokkan var 12 var eg saman við starvsfeløgum í FK og fekk mær vælsmakkandi Gullash frá Maud Matras. Tíverri seinnapartin lat eg meg freista til okkurt søtt aftur við kaffi. Men eg haldi tó eg havi rætta uppá tað við ikki at fáa mær tann altið obligatoriska drekkamunnin saman við Veru.
Í morgin stendur valgi ímillum at renna intervallir í Ánunum ella 5000 m á Svangaskarði sum Treysti skipar fyri. Gutti helt tað var skilagott at fáa eina góða test í t.d. marathon tempo. So hvør veit kanska eg endi á Svangaskarði í morgin.
Annars kallaði eg hetta innleggi “Umráðandi við hvíld”, her hugsi eg um hvussu umráðandi tað er at fáa nokk av svøvni, og tað er júst tað eg tíverri alt og sjálvdan fái. Eg havi til vana at sita framman fyri telduna til klokkan fer av midnátt. Onkur hevur sagt mær at besti svøvnurin tú fær er tímarnir áðrenn midnátt. Klokkan er nú 23:55, so eg má í song nú, og í døgunum sum kom skal klokkan ikki fáa loyvi at blíva so nógv.
Góða nátt
Speak Your Mind