Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Til kaffi umborð á Norðborg

Written by:
admin
Published on:
October 22, 2012
Thoughts:
No comments yet

í dag fór Vera ein langan túr saman við Monu, Ellu, Ruth og Tanju. Nú styttist til Mona og Tanja saman við monnum skulu skifta gøturnar í Klaksvík út við kendu gøturnar í New York. Tað sum vit onnur bert síggja í spennandi amerikanskum krimiserium fáa tey nú møguleika at uppliva live. Eg eri so heppin at hava roynt hetta. Tað var í 2010 tá eg rann í New York. Tað kann ikki beskrivast, men má upplivast. Ikki frítt eg brellist eitt sindur tá ið prát snýr seg um teirra komandi avbjóðing.

Nå, men í dag, ein góðan tíma eftir at Vera var farin avstað, fór eg mær ein túr. Hugsaði at renna í móti teimum. Eg rann fyrst út á Bumshamar so heim í býin so norður eftir. Eg visti at teirra ruta var fyrst út á Núp síðani norður í Haraldssund. Eftir mínari útrokning væntaði eg at møta teimum onkunstaðni á Stongunum, men her vóru ongar damur. Komin norður um Nema, síggi eg nógvan aktivitet í Norðhavnini, so fyri at taka nakrar annarleiðis myndir renni eg norður á tunnilsvegin so eg kann fáa nakrar myndir oman í Norðhavnina. Nú havi eg uppgivið at møta damunum.

Meðan eg standi soleiðis og hyggi omanyvir Norðhavnina síggi eg ein grønan neon jakka renna á Ánavegnum, haldi í fyrstu atløgu tað er Álvur. Álvur plagar at koma aftaná Ellu. Nú taki eg so  telefonina, hví havi eg ikki hugsa um tað fyrr, ringið til Veru. Ein tivandi rødd kemur til, samrøðan er stutt, eg fái at vita tær eru 500 m frá Jehova John, og tær fara til kaffi umborð á Norðborg.

Eg renni ímóti teimum og soleiðis slapp eg eisini uppí part og fekk møguleika at njóta ein kaffimunn umborð á Norðborg, sum júst var komin aftur av makrelveiðu við fullari last.





Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...