Langan túr sunnudag riggar fínt. Seinasta sunnudag avráddu eg og grannin Heini Gregersen at fara á ein eitt sindur longri túr. Klokkan 11 stóðu vit klárir á Traðagøtu, veðrið var fínasta slag. Eg førdi ann, og valdi at renna ein av mínum vanligu rutum tá ið eg renni langar túrar. Tað var Heini við uppá. Leiðin gekk fyrst út á Bumshamar eina rundu har, so eina rundu á kaiøkinum við Norðborg (nú má tað so blíva til Look North) áðrenn vit løgdu leiðina úr býnum út á Núp. Vit valdu at renna eftir gamla vegnum út í Grøv, her vit nýttu høvi at leska okkum úr ánni.
Hendan dagin var ikki hugsa so nógv um tempo, so práti gekk lystiliga fyri seg, og sjálvandi var tað fyri tað mesta renning vit umrøddu. Sum eg skilti á Heina so gongur hann við tankum um møguliga at royna kreftir við meira enn tað hálva, so tað ljóðar bara spennandi.
Vit vendu út á Núp, og valdu at renna heilt heim í býin fyri síðani at leggja leiðina norður eftir, nú høvdu vit longu fingið nokkso fitt uppá loggi, so neyðugt var ikki at renna so langt norður. Vit roknaðu øgiligt meðan vit runnu og komu til at um vit vendu nakað norðanfyri húsini hjá John og runni út á Kl. Sjúkrahús so komu vit uppá góðar 21 km. Hetta var máli hjá Heina tí so kunni hann skriva í dagbókina 50 km fyri vikuna.
Tá ið vit stóðu niðanfyri Kl. Sjúkrahú høvdu vit báðir runnið góðar 21 km, og ferðin var nú heldir ikki so galin, 4:53 pr. km. Ein frálíkur túrur. Altíð meira hugaligt at hava onkran at renna saman við. Tað ger løtuna styttir og betri. Takk fyri ein fínan túr Heini.
Speak Your Mind