Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Styrkivenjing hvønn morgun

Written by:
admin
Published on:
September 5, 2014
Thoughts:
No comments yet

banner-05-09-14Aftur í morgun kundi eg staðfesta at góða gongdin við vektini heldur fram. Í morgun segði vektin 72,5 kg.

Í dag hevur eingin renning verið á skránni.Eg havi verið í Havn, og aftur í dag hava vit vitja góðu matstovuna hjá FK, har eg ikki kundi standa móti freistingini tá ið Maud spurdi um vit skuldi hava “hele svineriet” sum hon plagar at taka til. Tá meinar hon, døgurða, dessert og kaffi. Rullusteik, rís a la mande og kaffi, tað verður ikki betur. Spennandi verður í morgin at stíga á vektina. Ongar søtar sakir ídag.

Eg havi nú í eina tíð roynt hvønn morgun, meðan havragreyturin kølnar. at gera nakrar einfaldar styrkivenjingar. Búk, rygg og bryst. Tað er kanska ikki so avancera, men um tú gjørt tað regluliga, ja so sæst munur tá ein tíð er fráliðin. Eg kann longu merkja mun.

Í morgin er tað Renn fyri heilsuna, næst seinastu ferð, vit enda Hjá Skós, tá verður tað vatn, frukt, vaflir og kaffe/te.

Góða nátt tit – klokkan er 23:11.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: RenningTags: Stockholm ½ Marathon

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...