Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Renning saman við Pól Sundskarð

Written by:
admin
Published on:
November 1, 2012
Thoughts:
No comments yet

Pól Sundskarð og Jonhard Larsen

Nú er nakað síðani eg var ein langan túr. Í dag skuldi tað verða. Dagurin byrjaði eisini gott, veðrið var super tá eg koyrdi genturnar í skúla. Men stokkut varð løtan, veðrið versnaðu sum dagurin leið, so hugurin til ein túr úti minkaði.

Men so komu góð boð í boðklivan. Pól Sundskarð spurdi um vit ikki skuldi fara ein túr kl. 15:45. Veður og vindur bítur ikki á tann mann. Eg var skjótur at svara og vit gjørdu avtalu um at eg skuldi verða klárur á Traðagøtu kl. 15:45.

Júst tá ið Pól stóð í túninum hjá okkum var veðrið einki serligt, men við góðum treysti løgdu vit til brots. Vit fingu ein frálíkan róligan túr, har práti gekk lystiliga, og ikki frítt at komandi býráðsval fekk nógva rúmd eins og vit tosa um frámtíðar hallarviðurskiftini.

Okkara túrur gekk fyrst tú í Grøv, so norður í nýggja býlingin á Grashjalla, norður á tunnilsvegin og út á Bumshamar og heim aftur undir Klakk har túririn hjá Pól endaði og ein betri ræstur biti bíðaði hon, eg rann heima á Traðagøtu. Tá ið avtornaði so høvdu vit runnið góðar 14 km og tempo var 5:05 pr. km. Ikki so galið tá ið hugsa verður um at vit runnu fleiri brekkur.

Hóast eitt sindur óhugaligt veður so tóktist hetta ein skjótt avgreiddur túrur. Altíð meira hugaligt at renna saman við onkrum. Um ikki Pól sendi mær boð í dag so er ivasamt um eg hevði farið út, hevði helst bara runnið á bandinum og so var túrur neyvan verið longri enn 8 km.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...