Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Renn fyri heilsuna 23. juli 2011

Written by:
admin
Published on:
July 23, 2011
Thoughts:
No comments yet

Í dag er leygardagur, og klokkan 14 varð Renn fyri heilsuna sett í gongd. Veðrið var frálíkt, sól og skífríður himmal, men loti var nokkso kalt, tað er høgættin. Nógv vóru møtt í dag. Byrja var frá Intersport, og vit endaðu eisini hjá Intersport. Intersport bjóðaði vatn og frukt tá fólk komu aftur av túrinum.

Eg havi nú í 2 dagar tikið tað ógvuliga róligt, so eg var spentur uppá hvussu tað fór at gangast mær í dag. Eg hevði smurt voltaren uppá skinnabeinini, og eg var í langum sokkum.

Eg legði út saman við Gutta, sum ætlaði at renna ein slags fartleg. Vit runnu heilt róligt út á 1 km so settu vit ferðina upp og runnu við ferð út at venda við 2,5 km, so róligt til í 0,5 km so power á heim. Eg kláraði sjálvandi ikki at fylgja við, men eg gjørdi mítt besta. Eg rann 5 km uppá 20.07 min. tað er heilt ok, og tað besta av øllum eg føldi ikki tað minsta til trupuleikarnar eg havi havt við skinnabeinunum.

Tá ið við komu í mál hittu við Klaus Kildemann, sum er í Føroyum í hesum døgum og heldur feriu. Hann er giftur konu við føroyum røtrum. Vit hava einaferð hann var her og vitjaði vant saman, eisini var hann við okkum til onkra summarkapping.

Renn fyri heilsuna - 23. juli 2011 (Mynd: Klaus Kildemann)

 

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...