Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Ólavsøkurenningin 2012

Written by:
admin
Published on:
July 27, 2012
Thoughts:
No comments yet

Hópurin hjá Treysti á Ólavsøku 2012

Nú er nakað síðani eg skrivaði her á síðuni. Eg hugsaði at siga frá Ólavsøkurenningin var  gott høvi at fáa gongd aftur á skrivingina.

Síðani eg byrjaði at renna í 2001 havi eg altíð roynt at verið við í Ólavsøkurenningini hóast formurin ikki altíð hevur verið tann besti. Eg havi ikki runnið nógv í ár, og heldur ikki luttikið í nógvum kappingum, var tó við á Norðoyastevnu, og rann eg tá 5 km uppá 19:58, so mítt mál í dag var at sláa hesa tíð.

Eg legði varliga út og rann eg ógvuliga javnt allar 5 km, meðalferðin var 3:52, skjótasti km var 3:44, so tað var bara super. Eg komi í mál við tíðini 19:46, og sambært urinum hjá mær so var teinurin 5116 m, tvs. við 5 km var tíðin 19:21, so tað er super.

Eg var bert fá sekund aftaná John Egholm, og skuldi tað vísa seg at hann gjørdist nr. 3 í veteranbólkinum, sum eg júst eri vorðin limur í. Mann er ikki ungur longur 🙂 Eg skuldi havt kýtt meg eitt sindur meira.

Eg havi annars vant meira í seinastuni, og mín heilsustøða er eisini vorðin munandi betur.

Nú er bert at vóna at mann fær gongd á venjingina aftur.

Næsta stóra avbjóðingin eg fari í holtur við verður ½ marathon í Reykjavík 18. august.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...