Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Ólavsøkurenningin 2011

Written by:
admin
Published on:
July 27, 2011
Thoughts:
4 Comments

Lat meg byrja við at siga at eg eri sera sera væl nøgdur við mítt avrik í dag. Eg hevði stóra vónir til mín í dag. Longu í morgun merkti eg eina góða kenslu, eg var sera uppsettur og ógvuliga spentur.

Eg legði nokkso hart út, tann fyrsta km rann eg uppá 3:21. Jógvan Glerfoss hevði lova mær skarpan gang, og hetta royndi hann eisini, men eg fekk rist hann av mær. Henry Olsen var eisini við í dag, men frá honum fekk eg onga kapping. Kilometir 2,3,4 og 5 rann eg avíkavist 3:31,3:34,3:35,3:32. Eg hevði blóðsmakk í munninum tá ið eg kom á mál. Tað merkir í hvørt fall at eg havi givið alt eg hevði í mær.

Alt gekk sum tað skuldi í dag. Eg merkti einki til trupuleikarnar eg havi havt í vinstra skinnabeini. Úrsliti í dag er eitt gott dømi um at hart og miðvíst arbeiði gevur úrslit. Og tað eggjar meg til at halda á fram at venja og gerast enn betur. Dagurin í dag er ein sannur YES dagur.

Næsta avbjóðing verður FM í 5000m á breyt. Tað verður leygardagin 6. august, um eina góða viku.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Kappingar

Comments

  1. Jógvan K. Glerfoss says

    July 27, 2011 at 23:18

    Job well done Jonhard ! Eg eri sjálvur væl nøgdur við mítt avrik við persónligum meti, og skammist ikki av at hava tapt móti tær 😉 Vit síggjast í dysti aftur skjótt 🙂 Alt tað besta. /Jógvan

    Reply
    • admin says

      July 27, 2011 at 23:50

      Hey Jógvan, takk fyri tína viðmerking. Tú er tann fyrsti veruligi vitjandi, sum gevur eina viðmerking á mínum bloggi. Takk fyri góða dyst í dag, eg havi vant sera miðvíst og hart í seinastuni, og tað hevur givið úrslit. Tú mast hava eina góða Ólavsøku, vit síggjast.

      Reply
  2. Pól Sundskarð says

    July 28, 2011 at 07:41

    Hey Jonhard.
    Tillukku við tínum flotta úrsliti ídag. Sjálvur hevði eg ætla mær at runni undir 20 min, men tað eydnaðist ikki. Tíðin var 20,04. Nú er upplagt tað tú satsar uppá Tórshavn Marathon tann 4 sept.
    Góða venjing framyvur.

    Alt tað besta
    Pól

    Reply
    • admin says

      July 29, 2011 at 00:13

      Hey Pól, takk fyri tað, og stóra tøkk fyri tín uppbakning 🙂 Skulu vit taka ein langan túr sunnudagin?

      Reply

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...