Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Nú má ein ætlan leggjast

Written by:
admin
Published on:
December 15, 2013
Thoughts:
No comments yet

Í kvøld fekk eg endiliga tikið meg saman, eg rann 8 km á rennibandinum. Renning úti kom ikki uppá tal. Veðrið hevur leika í í allan dag. Ikki tí, eg sá á facebook at Hans Klakkstein ætlaði sær ein rennitúr í illveðrinum, mon ikki tað var reyp.
Eg merkti tað væl at eg ikki havi runnið serliga nógv í seinastuni, og var tað eisini orsøkin til at eg valdi ikki at luttaka í VK3 kappingini, sum var hildin í Havn í gjár. Hon bleiv tíbetur avgreidd áðrenn illveðrið brast á.
Eg havi í seinastuni ikki duga nóg væl at lagt mær gerandisdagin til rættist soleiðis, at renningin kann verða ein partur av honum eisini. Hetta má eg nú fáa gjørt soleiðis at eg kann koma í form til 1/2 marathon kappingina í Keypmannahavn síðst í mars komandi ár.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in