Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Mítt ½ marathon avlýst

Written by:
admin
Published on:
May 2, 2013
Thoughts:
No comments yet

EYJ_5835Nú eru minni enn 2 samdøgur til ársins FM í ½ marathon verður skoti í gongd uttanfyri Eik Banka her í Klaksvík. Eg havi verið sera spentur til júst hesa kapping, setti hana sum eitt av mínum mongu málum á leiðini til vónandi um ikki so langa tíð aftur at gjøgnumføra eitt heilt marathon. Hevði ein dreym um longu at gera tað í Reykjavík í august í ár.

Tíverri so fekk eg ein skaða tá eg náddi øðrum máli, 30. mars, nemliga at vinna á Heina Gregersen í 7. umfari í vetrarkappingini. Eg legði ov nógv fyri hendan dagin, eg var slettis ikki til reiðar at vinna á Heina. Eg fekk ein skaða í lyskuna, og hevur hetta nú hildi meg frá renning í meira enn 2 vikur.

Eg fari í morgin til lækna, og vónandi kann eg fáa eina ávísing til fysioterapeut so eg kann fáa neyðuga viðgerð og vegleiðing um hvussu eg skal venja.

Nú er so at vóna at veðrið verður okkum til vildar soleiðis at vit fáa eina frálíka kapping leygardagin. Eg fari so at hjálpa til, og gleðast saman við hinum rennarunum hendan dagin. Vónandi gongur ikki ov long tíð til eg aftur kann fara í renniskógvarnar.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...