Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Mín heilsu- og venjingarstøða

Written by:
admin
Published on:
August 7, 2012
Thoughts:
No comments yet

Aftaná mítt miseydnaði Tórshavn Marathon 4. september 2011, fór eg til lækna fyri at kanna hvat var galið við mær. Eg hevði følt meg troyttan í longri tíð, og orkaði púrasta einki. Tá so tað langt um leingi bleiv staðfest at mítt stoffskifti var alt ov høgt, fekk eg heilivág móti hesum. Hesin kallast Thycopsol. At byrja við tók eg 4 tablettir um dagin, 2 á morgni og 2 á kvøldi.

Eg havi so við jøvnum millumbilum síðani desember í fjør tikið blóðroyndir fyri at síggja hvussu støðan hjá mær broytist.

Í dag taki eg bert ½ tabett um dagin. So tað gongur framá.

At byrja við helt læknin at best var at eg slettis ikki rann. So eg helt pausu frá renningini í ein mánað ella so. Eg byrjaði so smátt at renna aftur í januar, men ógvuliga lítið og ógvuliga óskipa. Tað var sera trupult at koma í gongd. Eg orkaði betur, men motivatiónin var bara ikki til staðar. Vánaliga veðrið í vetur og vár, hevur nokk eisini havt sína ávirkan.

So meldaði eg meg til Norðoyastevnurenningina, og eg setti mær fyri at eg skuldi renna teir 5 km undir 20 min. Nú hevði eg so eitt mál at arbeiða í móti. Eg megnaði akkurát at koma undir 20 min. Eg minnist at Hallur, sum var speakari hendan dagin, segði at Jonhard er tann síðsti, sum kemur undir 20 min, og tað var eisini bara akkurát. 19:58 bleiv tíðin.

Afturat venjingini havi eg eisini roynt at luttikið í heilsurenningini í summar. Eg havi bert luttikið í 2 kappingum í higartil í ár. Á Norðoyastevnu og á Ólavsøku.

Eg meldaði meg til Ólavsøkurenningina, við einum máli og tað var at renna skjótari enn á Norðoyastevnu og tað kláraði eg eisini við tiðini 19:46.

Enn eri eg ikki heilt komin í tað støðuna at renningin er blivin ein nátturligur partur av gerandisdegnum, men tað gongur rætta vegin.

Í gjár var eg langan túr, 16 km, við einari meðalferð uppá 4:24 pr. km, so tað sær bara gott út. Um eg klári at halda hesa ferðina í Reykjavík 18. august so renni eg ½ marathon uppá 1:32:50, so tað er bara ok.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in