Nú vit skriva 1. mars vil veturin bara ikki loyva várinum framat. Fyrsti várdagur var 22. februar, og tjøldrini eru longu byrjaði at koma, lítið hugaligt hjá teimum. Hetta eru treytirnar vit liva undir í Føroym, men tíbetur so er tað so ómetaliga nógv annað vit kunnu gleðast um, sum føroyingar. Veðrið fáa vit einki gjørt við, tað má sær sjálvum ráða.
Í morgun orla tá ið eg steig út í Guðs undirfullu náttúru, skein sólin oman og niðan. Sera hugaligt renniveður, eg rann mær ein gibbatúr, soleiðis kalla Ruth og Vera hesa rutu. Tað er út í túni á Norðoyri.
Valdi at taka gamla veg út í Grøv, har møtti eg Janus, sum var sær ein morguntúr við myndatólinum. Tað liggur væl fyri hjá honum at taka myndir. Eg spurdi hann um hetta fór at vera veðrið í dag, tá helt hann fyri at um eina løtu fór regni at koma. Rætt hevði hann, beint áðrenn døgurða kom regni, og í kvøld komin kavin.
Tíðin hon strýkur avstað, nú eru bert 9 vikur til FM í ½ marathon í Klaksvík, so um eg skal gera mær nakrar vónir um eina líkinda tíð, so má eg taka meg saman.
Speak Your Mind