Seinastu 2-3 árini er tað vorðið altsamt meira vanligt at fólk eru farin at ganga í fjøllunum, tað er vorðið ein sonn dilla, og tað er sjálvandi sera stuttligt. Serliga í summar, sum higartil hevur verið framúr gott. hevur ligið sera væl fyri at vitja hæddirnar. Í millum fjallatuskarnir verður tosa um Top 10, her er talan um 10 tey hægstu fjøllini í Føroyum. Vit eiga 10 fjøll sum eru omanfyri 800m, harav tey 7 eru í Norðoyggjum. Klárar tú at leggja hesi undir tínar føtur, ja so er tú við í Top 10 bólkinum. Hevur tú verðuliga fingið góða smakkin av at ganga í fjøllunum, so er næsta stigi Top 50, harnæst Top 100 og so til tey heilt garvaðu, sum enn ikki eru so nógv í tali, øll fjøll í Føroyum. Sambært matrikulstovuni eru tað 340 fjøll í Føroyum.
Líka síðani eg var smádrongur hevur mær dámt sera væl at gingið í nátturuni, og havi eg eisini gingið á flestu fjøllum runt um Klaksvíkina. So tá ið eg hoyrdi um gongutúrarnar hjá Djóna og Rana, bleiv eg eitt sindur spentur at sleppa at ganga saman við teimum, og havi eg eisini verið onkran túrin sama við teimum. Á einum túri vit gjørdi í Kallsoynna, tann sokallaða “Tjóðskapargongan” segði ein garva fjallatussa við meg at hon hevði lisið eina grein eg fyri nøkrum árum síðani hevði skrivað á heimasíðuni hjá Treysti. Hetta var ein túrur eg hevði gjørt uppá Kunoyarnes, satt at siga hevði eg gloymt alt um hesa grein. Um henda greinini hevur givið henni hug til hæddirnar, skal eg lata vera ósagt, men nógv fjøll hevur hon gingið, og tað er langt síðani komin í eksklusiva Top 10 klubban.
Eg fari hervið at loyva mær at endurgeva greinina her á síðuni.
Í góðveðrinum grundlógardagin gekk eg mær ein túr uppá Kunoynna, og sá har Klaksvíkina liggja víðopna fyri mínar føtur.
Tað er grundlógardagur 5. juni og veðrið er av tí allar fagrasta. Eg byrji dagin sum so ofta við at seta meg við telduna. Men sum morgunin líður, og veðrið bara gerst betur og betur kemur ein slíkur ófriður á meg, eg leingist eftir at sleppa ein túr í hagan. Um 2 tíðina fái eg ikki bíða longur, eg lati meg í renniklæðir fylli mær eina fløsku við vatni so ryggsekkin á baki og so gongur leiðin norður í Haraldssund við bili. Bilin seti eg beint norðan fyri byrgingina. Máli í dag er at ganga uppá Kunoyarnes. Havi leingi ætla mær hendan túrin, so í dag skuldi tað verða.
Eg leggi leiðina beint niðan frá tunnilsmunnanum, fylgi hegninum til eg komi til bygdaportri, so eri eg í haganum. Gangi niðan í ein dal nakað ovarlaga, finnið so eg eina leið, sum skuldi vísa seg at vera sera hóglig at ganga, men tað var hart allíkavæl. Tað merkist væl í tjúkkunum tá ið man gongur í fjøllunum. Noyðist at klintra eitt sindur fyri at koma longur niðan, hógligast vísur tað seg vera at taka seg upp á sjálvt Kunoyarnes við at ganga suðuryvir. Longur suður eg gangi síggi eg Klaksvíkina spakuliga koma undan, á tann vakra sjón. Havi altíð ynskt við egnum eygum at síggja Klaksvík frá hesum sjónarhorni.
Nú er ikki langt eftir á mál, eri komin gott og væl 600 metur upp, hetta fortelur GPS urið mær, sum hevur innbygdan hæddarmálara. Eg gangi eitt sindur longur suður og so vestur eftir, komi so fram á endan á Kunoyarnesi, og Klaksvíkin liggur fyri mínar føtur. Myndirnar tala fyri seg. Hetta er ikki hægsta punkt á Kunoyarnesi, men herfra sæst Klaksvíkin best. Undarligt at síggja mjørkan liggja sum eina tjúkka dýna allan vegin suðureftir, Nólsoyggin er heilt tildekka av mjørkanum, meðan Klaksvíkin gongur púra frí, og sum Bernhard Brim yrkir, “ei skýkloddi hómast á himli” .
Eftir at hava noti vakra útsýni eina løtu taki eg meg longur niðan, og mín sann um ikki onnur hava rykt seg úr gerandismeldrinum, og funnið sær veg niðan á Kunoynna. Tá eg komi á hægsta punkt har eisini ein varði er lagaður, møti eg Kristian Olsen okkara fræga svimjara saman við vinfólkum. Vit nýta høvi til at taka myndir av hvørjum øðrum, sum kann verða prógv fyri okkara vitjan á Kunoyarnesi.
Sambært hæddarmálaranum so er Kunoyarnes 711 m til hæddar. Kunoyggin er í meðal hægsta oyggj í Føroyum, og hægsta fjalli er Kúvingafjall við sínum 830 m. Tey høgu fjøllini eru norðalaga á Kunoynni. Eg haldi har eg havi verið verður nokk rópt fyri Suður á Nakki, og sambært bókunum 703 m til hæddar.
Nú var so tíðin komin til at ragga sær omanaftur, eg brúkti einans 50 min. at koma niðan á, men tað skuldi vísa seg at vera nógv drúgvari at koma omanaftur. Eg hugsaði við mær sjálvum at stuttligari var ikki at fara sama veg omanaftur, so eg valdi at fara vesturum, og so ganga mær eftir bakkanum norður til Haraldssund. Rættuliga bratt var at ganga, so illa bar til at renna, men fram kemur hann í hóvliga fer, so eftir ein góðan tíma var eg aftur í Haraldssundi hjá bilinum, og ein frálíkur hagatúr var at enda komin.
Eitt, sum eg tó var eitt sindur harmur um var at eg kom til at órógva eina æðu, sum lá á eggum. Eg komi rennandi, og varnist ikki æðuna, hon flýgur av reiðrinum, oman á sjógv. Um eg minnist rætt frá mínari skúlatíð so leggur æðan seg ikki aftur á reiðri.
Jonhard
Speak Your Mind