Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Kuldin eingin forðing

Written by:
admin
Published on:
October 25, 2012
Thoughts:
No comments yet

Í morgun var kalt at stíga fram á gólvi. Hevði bestan hugin at legga meg aftur. Men genturnar skulu í skúla so har var einki at gera enn at fara upp og fáa lív í genturnar, tungt er at fáa tær upp. Tað er enn heystfrítíðin sum órógvar, komandi vika verður nokk betur.

Kavin er komin oman á hálvt Kunoyarnes, og hitamálarin í Ósáskúlanum vísti 1 grad. Jú veturin er komin við kuldanum, og kavin er nokk ikki langt vekk.

Eg hevði ørindi í Havn í dag, men timaði tað soleiðis at eg kundi verða við til Treysta venjingina í kvøld. Hóskvøld er interval kvøld, og uppmøtingin var avbera góð. Nærum 40 hugagóðir treystir rennarar stóðu klárir tá klokkan var 18. Gutti legði fyri við eitt sindur av kunning, og so varð fari avstað. Fyrst upphiting í einar 15 minuttir, so intvervallir í Bøgøtu. 10 ferðir eitt rundstrekki uppá umleið 500m. Eitt super venjingarkvøld, sum kuldin onga ávirkan hevði á.

Her eru nakrar myndir frá venjingini.




Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...