Í morgun hevði eg Hans Arna og Hans Christian Øregaard til kaffi. Práti fall nokkso skjótt inn á renning, kanska ikki so løgi. Tað var tó Hans Christian sum førdi orði, hann hevði sett sær fyri at nú skuldi hann út at renna, hann vildi gjarna tapa seg. Hann greiddi frá hvussu beiggi hansara var blivin biti av at renna, og at hann fleiri ferðir hevði runnið marathon. Læknin hevði spurt hann hvi hann rann, tá hevði hann svara, tað var fyri at kunna eta. Tað helt læknin var eitt fínt svar. Sannheitin er tann at samfelagið, sum vit liva í ídag, er innrætta soleiðis at vit helst ikki skulu røra okkum for nógv, alt skal gerast so nemt og lætt. Hetta hevur so tær keðiligu fylgir at mannaættin gerast alsamt meira yvirvektig, í USA er heilt galið, har tosa mann um fiti epidemi.
Hugaligt at hoyra HCØ tosa um at taka annað skinn um bak, men okkara møsn um vekt og ovát fekk ikki Hans Arne til at kobla seg uppá renni dillunum. Hann gongur javnan niðan á Háls, og tað er sanniliga eisini góð motión.
Nú byrji eg so smátt at gleða meg til, at fáa svenskt asfalt undir renniskógvarnar.
Góða nátt.
PS: vektin í morgun 72,8 kg 🙂
Speak Your Mind