Jóansøkurenningin 2011

Í góðveðrinum í dag var eg aftur at finna til start í kapping. Saman við nógvum treystum rennarum norðanfjørðs hevði eg kempa meg til Suðuroyar at verða við í Jóansøkurenningini. Tá ið nú bæði Gutti og Hallur eru til Oyggjarleikir á Isle of White fall tað mær í lut at hjálpa Hvistuni at fyriskipa renningina.

Líkindini at renna í dag vóru bara heilt okey, rutan var ein sokallað út og heim rutan, vegurin út var rættuliga lættur eftirsum her bæði var undanvindur og nakað av undanbrekku, heimtúrin var rættuliga harður.

Sum væntað so legði Borgar út sum eitt óløgi, men Sam var beint í hølinum á honum, eg royndi at hanga í, men eg dragnaði nokkso skjótt. Millum tíðin á 1 km var 3.25 og við 2 km vísti tíðin 7 min. so hetta var ein góð byrjan, men tíverri so megnaði eg ikki at halda hetta høga tempo á heimtúrinum.

Eg kom í mál nummar 3 aftaná Sam og Borgar. Eg megnaði tó at forbetra meðalferðin við 2 sek samanborið við renningina á Sundalagsstevnu.

Næsta kapping verður komandi sunnudag í Fuglafirði á Varmakeldu. Hendan kapping er ikki partur av Grand Prix. Teinurin verið uml. 4 km, so her verður eitt gott høvi at renna eina orduliga tempotúr.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.