Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Í morgin skal man aftur í eldin

Written by:
admin
Published on:
July 26, 2011
Thoughts:
No comments yet

Í morgin er Ólavsøkurenning á skránni. Hetta er eisini seinasta umfar í Grand Prix hjá teimum vaksnu. Tað er altið stuttligt at renna á Ólavsøku. Fyri mítt viðkomandi so byrjar Ólavsøkan við renningini niðri á Skálatrøð.

Tað eru altíð nógvir luttakarar á Ólavsøku, og í ár verður einki undantak. Longu nú sæst á heimasíðini hjá FÍF at nærum 200 vaksin og børn hava melda til. Tað ber eisini til at melda til á staðnum.

Ólavsøkurenning 2010 - startur

Rutan er ógvuliga fløt, men tað eru nógv sving, so talan er ikki um eina skjóta rutu. Nógvu luttakararnir gera tað at tað kann verða rættuliga trongligt ymsa staðni á rutuni. Men tað er júst hetta, sum gera Ólavsøkurenningina til nakað serligt. Rættuliga fitt av áskoðarum plaga at vera, so tað ger tað extra stuttligt.

Eg gleði meg til Ólavsøkurenningina í morgin, sum byrjar kl. 18. Veðurgudarnir lova eitt sindur av regni seinnapartin ímorgin, men vindur verður eingin.

Ólavsøkurenning 2010 - vónandi verður úrsliti betur í ár

Eg vóni at fáa eitt betur úrslit í ár. Seinasta ár kom eg inn á einum 16. plássi við tíðini 18:45. Um líkindini eru optimal so vóni eg at koma undir 18 minuttir.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...