Um jóltíðir setti eg mær tað kanska heldur býtta mál at eg skuldi renna hvønn dag í 2011. Nú vit eru komin út í hálvan juli mánaða kann eg enn siga at eg havi runnið hvønn dag í ár. Eg skal tó siga at 2 ferðir er tað komi fyri at eg næstan ikki fekk nakað uppá loggi, um eg ikki hevði rennibandi tá ja so var máli hjá mær ikki hildi. Tann eini dagurin var 18. januar tá eg sjálvur fylti 45 ár, og abbi mín fylti 90 ár. Eg hevði nógv jørn í eldinum tann dagin, og bleiv tað tí bert til 1 km á bandinum. Hin dagurin var 21. juni, tá ið Sólrun fekk handa prógv, tá strekti tíðin heldur ikki til, og tað bleiv til bert 1 km á bandinum beint áðrenn midnátt.
Til tíðir hevur tað verið ógvuliga strævi, men eftirhondini so er hetta vorðin ein vani, og tað hugaliga er eisini tað at Vera stuðlar mær. Tann dagin Sólrun fekk prógv var tað hon sum fekk meg á bandi beint áðrenn midnátt.
Tað hava verið dagar eg havi verið ógvuliga óhugaligur. Serliga óhugaligt er tað tá ið veðrið er keðiligt, og tað er tað ofta í Føroyum, men tá er tað gott at hava eitt renniband í kjallaranum til at taka, hóast eg helst vil út at renna.
Higartil í ár havi eg runnið 2.024,55 km við einari miðal ferð uppá 4:30 pr. km.
- Januar – 358,63 km
- Februar – 323,31 km
- Mars – 294,91 km
- Apríl – 328,85 km
- Mai – 325,15 km
- Juni – 261,34 km
- Juli – 132,36 km (14/07/2011)
Speak Your Mind