Summari er av á hesum sinnið, og vit ganga móti myrkari tíðum. Tað gerst kaldari og illveðrið vitjar oftari um okkara leiðir, og avbjóðingin at lata seg í renniklæðini gerst størri. Men tess størri gerst sigurin tá ið renningin er avgreidd.
Gjárdagurin var sera vakur, veðrið avbera gott. Ein vakur heystardagur. Klokkan nærkaðist 6 áðrenn eg fekk renniskógvarnir uppá. Í gjár var ógvuliga lætt at koma út um durastavin, góða veðrið líkasum kallaði á meg um at koma út at njóta seg, og tað at eg visti eg skuldi í føðingardag hjá svigermor til kaffi og køkur seinni um kvøldi gjørdi tað enn lættari.
Tá eg fór frá húsum hevði eg sett mær fyri at eg minst skuldi renna í 1 tíma, og hugsaði eg um at renna 4:30 í miðal pr. km fyri túrin. Longu frá byrjan av føldi eg meg sera væl til fyri, so eg hugsaði at hetta fór at blíva ein frálíkur túrur. So skuldi eisini verða, eg rann fyrsta km róliga, setti so ferðina upp soleiðis at eg kundi halda eina miðalferð uppá 4:30.
Rann frá Traðagøtu út á Bumshamar, 2 rundir úti á Bumshamri so eina rundi á kajøkinum við Dávavirki, so deiliga slætt at renna á kajøkinum, helt so leiðina heim gjøgnum býin vendi við posthúsið norður eftir Nólsoyar Pálsgøtu, norður til tunnilsvegin, her møtti eg Gutta, sum ikki vildi steðga til eitt prát, nokk fyri ikki at órógva dagsins ætlan. Eg vendi við omankoyringina til Buchwald. So heim aftur í býin. Komin til Nema, stendur Gutti og prátar við onkran, sum var meira týdningarmikil enn eg. 🙂 Vit renna saman síðsta petti heim í býin, fylgja síðsta part av okkara ½ marathon rutu. Vit skiljast á posthúsinum, hann rennur heim, og eg renni til mítt ur sigur 1 tími og tá eri eg komin út í gomlu Klaksvíkina. Tá havi eg runnið 13,28 km og gevur tað júst 4,30 pr. km.
Ein frálíkur túrur í frálíkum veðrið er komin at enda, sera glaður um túrin. So gangi eg róliga niðan gjøgnum sjúkrahúsbrekkuna fram við reyðhúsið heim aftur á Traðagøtu. Ein deilig kensla at hava runnið seg móðan.
Nú meðan eg siti og skrivi hesar reglur hyggjandi út gjøgnum vindeyga, kann eg bara staðfesta at veðrið í dag er eins gott og tað var í gjár. Ikki frítt man freistast til at brenna í skógvarnar, og fáa sær nakrar kilometrar í beinini. Men er tað nú tað rættað gera?
Nú eg føli meg at vera komin aftur á slóðina er umráðandi ikki at gera ov nógv av. Ein dagur er aftur í morgin. Veðrið má sær sjálvum ráða.
Speak Your Mind