Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Gott við góðum selskapi

Written by:
admin
Published on:
September 4, 2014
Thoughts:
No comments yet

banner-04-09-14Nú bert 9 dagar eru eftir til start í Stockholm segði vektin í morgin 72,6 kg, so góða gongdin heldur fram. Spurningurin um eg sleppi aftur í morgin at taka soleiðis til. Hóast ein sera góðan rennitúr, so havi eg eti eina góða máltíð saman við familjuni, og kanska eg var nakað grammur. Heimagjørdar krebinettir við vælsmakkandi fløta sós. Annars havi eg á fóðurfrontinum  skikka mær heilt væl, ongar søtar sakir í dag.

Ja í dag bleiv tað til ein sera hugaligan jogging túr út í Oyrar. Vera hevði ongan bil so eg valdi at seta bilin við salongina, og byrjaði venjingina har. Ikki meira enn komin niðan til Hans Jacob hjá Dáva hoyri eg onkran koma tivandi aftanfyri meg, og mín sann um ikki eg hoyri Veru gera eitt gallróp, hon biður meg seta ferðina upp annars verið eg yvirhálaður av Jan Petersen, so flennur on so hjartaliga. Jan var eins og eg farin ein túr áðrenn døgurðan, og hevði hann 10 km í tonkuni. Eg avgjørdi so bara at fylgja honum. Hann hugsaði tempo 4:45 ella kanska eitt sindur skjótari, tað passaði mær fínt. Tá ið avtornaði var miðalferðin, tá ið vit skiltust á Bumshamri har Jan býr, 4:35. Túrurin var sera hugaligur og práti okkara millum gekk lystiliga, og sjálvandi fekk okkara felags komandi avbjóðing í Stockholm nógv pláss. Áðrenn vit vistu av høvdu vit lagt teir ætlaðu 10 km afturum.

Jú tað er hugaligar í allar mátar at renna saman við onkrum.

Í morgin er Havna túrur á skránni, so eingin renning. Næsta renning verður Renn fyri heilsuna leygardagin, tá standa eg og Vera sum fyriskiparar. Vit enda hjá Skós. Eg ætli mær at baka vaflir, so tað er bara um at møta upp.

Góða nátt tit – klokkan er nú 23:12. so tað sær út til at eg sleppi í song áðrenn midnátt.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: RenningTags: Stockholm ½ Marathon

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...