Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Gott hoyggingarveður

Written by:
admin
Published on:
September 8, 2014
Thoughts:
No comments yet

banner-08-09-14Tá eg í kvøld eftir langan dag í Havn fór mær rennandi ein túr legði eg leiðina út í Oyrar, sum eg nærkist Gravarbø, har Tórður var og vitjaði í dag, merkti eg angan av nýturkaðum hoyggi. og síggi eg feðgarnir Andras og Jógvan rokast við at fáa hoyggi til høldar. Í dag hevur sanniliga borið til at fáa hoyggj turt.

Hóast eg var 10 km runt í býnum í dag, so er ikki nógv meira at gera, enn at bíða og halda formin viðlíka. Ofta hevur mann hug at øsa seg upp líka til dagin fyri, heldur enn at brúka hesa síðstu vikuna uppá at hvíla seg, soleiðis at mann kann verða totalt úthvíldur, tá ið skoti verður í gongd leygardagin.

Nú mundi eg gloymt vektina tit 🙂 Tíverri so vá eg 73 kg í morgun, ætlaði so avgjørt nú at halda meg niðanfyri 73 kg. Hinvegin so er tað ikki so galið hóast alt, um eg hyggi eina viku aftur, so vigaði eg 74,3 kg seinasta mánamorgun, so siðasta vika hevur bara verið ok, 50 km í beinini, og so lætnaður 1,3 kg.

Men hetta við at fara í song við skili havi eg sera trupult við.

Góða nátt.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...