FM 5000m, ikki gott nokk.

Hóast knýttur at Summarfestivalinum hetta vikuskifti so fór eg til Havnar Leygardagin at luttaka í FM 5000m á Tórsbreyt. Eg havi ikki fingið sovi nokk hesar seinastu dagarnar, so eg føldi meg eitt sindur troyttan undan kappingini. Líkindini at renna vóru heldur ikki av teimum bestu, regn og eitt sindur av vindi.

Eg hevði sett mær fyri at betra tíðina frá Ólavsøku, og eg legði eisini út hareftir. Eg rann fyrsta umfar saman við teimum fyrstu, so tá ið vit runni fram við málinum fyrstu ferð (200m) vóru teir fystu 4 allir úr Treysti. Eg rann fyrsta km uppá 3:18, og tá var eg longi dragnaður, og Henry var eisini farin frammum. Teir fyrstu runnu fyrsta km uppá 3:12. Áftaná fyrsta km merkti eg at eg hevði ikki kreftir til at renna ein góðan 5000m. Eg hevði einki ur, tað gloymdi eg í Klaksvík, so eg havi bert millumtíðina á fyrsta km, sum Hallur rópti upp.

Endaliga tíðin hjá mær bleiv 17:52 sum er 6 sek, verri enn á Ólavsøku. Eg skal ikki koma við fleiri umberingum, men má bara staðfesta at hatta var tað.

Aftaná Ólavsøkurenningina lovaði Henry Olsen at hølva meg av, og tað gjørdi hann so dyggiliga, hann megnaði eisini at legga Borgar afturum. Henry fekk eina væl betri tíð enn á Ólavsøku, tá ið eg kom í mál áðrenn hann.

Spell at Jógvan Glerfoss ikki var við, hann lovaði mær skarpan gang til FM, tað hevði kanska viðført eina betri tíð. Eg giti hann valdi heldur at taka dystin upp við ein stóra feitan laks, tí líkindini vóru nokk betur til laksafiskarí enn til renning.

Speak Your Mind

*

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.