Hetta vikuskifti er so Fjarðastevna, sum hesaferð verður hildin á Strondum, og longu í kvøld varð stevnurenningin avgreidd. Tey vaksnu runnið 10 km, meðan børnini runnu 500m og 1000m. Hóast heldur svikaliga veðrið var uppmøtingin sera góð. Heili 68 tilmeldingar vóru avgreiddar umvegis neti, og fleiri komu afturat.
Til hesa renningina vóru allir teir góðu aftir á bananum, so útlitini fyri heiðursmerki hesaferð vóru ikki góð. Tey vaksnu skuldu renna av ferjuleguni niðan á høvuðsvegin so nakað forbí Kolbanargjógv at venda, og sama veg heimaftur. Rutan var nokkso hørð, 2 rættuliga drúgvar brekkur vóru á vegnum, og á vegnum heim var fitt lot í móti.
Eg royndi at leggja hart út saman við Gutta og Sam, Marnar var nakað fremri. Men longu við 1 km byrjaði eg at dragna. Tá ið eg hevði runnið góðar 2 km stríkur Rúni Seloy forbí meg, eg megnaði ongantíð at fáa hann aftur. Hevði eina vón um at vinna nakað innaftur á vegnum heimaftur, men tað gekk ikki. Jógvan Glerfoss sýnist at vera vælkoyrandi í løtuni, tá ið eg vendi við 5 km var hann ikki langt aftan fyri meg. Hann hevur ein øgiligan endaspurt so tað ráddi um hjá mær at hava hann nakað aftanfyri soleiðis at hann ikki kundi gera av við meg í einum endaspurti. Hann kom 31 sek aftaná mær í mál.
Samanumtikið so eri eg nøgdur við mítt avrik í dag. Rutan var væl harðari enn eg hevði vænta, og veðrið var nú heldur ikki optimalt.
Eitt 5. pláss er bara ok, tá ið man kappast móti kempum sum Marnar, Gutta, Sam og Rúna. Annars var raðfylgjan í dag, Marnar, Sam, Gutti, Rúni og so eg.
Næsta kapping er Ólavsøkurenningin og verður hon avgreidd mikukvøldið áðrenn Ólavsøku, hetta er eisini 7. og seinasta umfar í Grand Prix hjá teimum vaksnu.
Speak Your Mind