Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Ein góð vika

Written by:
admin
Published on:
September 7, 2014
Thoughts:
No comments yet

banner-07-09-14Hendan vikan royndist avbera væl, eg fekk runnið 50 km, og er tað langt síðani síðst at so var. Hóast eitt sindur óskikkiligur á fóðurfrontinum, so er vektin enn niðan fyri 73 kg. Hon segði í morgin 72,8. Nú og fram til Stockholm er ikki annað at gera enn at halda formin viðlíka, og eta skilagott, ikki koyra for nógv ókrút í munnin.

Seinnapartin var eg saman við Treysti á Viðareiði og skipaði fyri árligu Viðareiðisrenningini. Í ár er 10. árið upp í slag at vit hava skipa fyri rennikapping. Gutti vildi gera eitt sindur meira burtur úr í samband við at 10 ára eru liðin síðan fyrstu ferð, so hann hevði tikið málportalin við norður, og hann tók seg bara heilt væl út á Nýggjavegi. Vildi tó ynskt at uppmøting var betur. Veðrið í dag var super.

Nú er kl. bert 23, og útlitini fyri einum góðum náttarsvøvi eru bara heilt góð.

Góða nátt.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: RenningTags: Stockholm ½ Marathon

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...