Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Damurnar eru treystar

Written by:
admin
Published on:
November 5, 2012
Thoughts:
No comments yet

Síðsta vika royndist ógvuliga væl. Eg var 5 ferðir í sving, og náddi eg 47 km. Oktober mánaði er eisini júst farin aftur um bak, og eydnaðist tað mær at fáa 182 km uppá loggi. Eg havi longu nú sett mær fyri at náa 200 km hendan mánaðin.

Tað sum skuldi verða krúnan á verkinum hjá fleiri av okkara rennarum, sum treystliga hava vant til New York Marathon, endaði tíverri ógvuliga syrgiliga. Sum ein avleiðing av ógvusliga illveðrinum ødnin Sandy hevði við sær, og sum rakti New York sera meint, var avgjørt at avlýsa New York Marathon. Eg føli við tykkum, sum nú í drúgva tíð hava fyrireika tykkum til hesa stóru avbjóðing. New York – the city that never sleeps – er ein sera spennandi býur, og ikki minst nú forsetaval er, so tit fáa nokk eina góða uppliving hóast alt.

Annars so vóru hinar dámurnar, sum ikki fóru til New York á hesum sinnið ein langa túr leygardagin. Eg fór mær eisini ein túr, valdi at renna í móti teimum, og so fylgdust vit heim. Var ein túr úti í Grøv fyrst áðrenn eg legði leiðina norðureftir. Tað er so fantastiskt úti í Grøv.

Sum tit síggja á myndunum so var veðrið super hendan dagin, fyrsti hárudagur eisini, so vit hoyrdu dundri av skotum millum fjøllini. Ikki stuttligt at vera hara í hesum døgum.




Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in

Loading Comments...