Jonhard Larsen

at renna undan

  • Forsíða
  • Races
  • Um meg

Dagbókin 3. desember 2012

Written by:
admin
Published on:
December 5, 2012
Thoughts:
No comments yet

Í morgun føldi eg meg ikki so væl, helt eg hevði fingið influenze. Meðan eg føldi meg soleiðis hugsaði eg hvussu skroytulig vit menniskju eru. Tað fóru nógvir negativir tankar ígjøgnum meg hesa løtu, og hugsaði eg eisini hvussu lætt tað er at falla í fátt, um tú ikki hevur rætta hugburðin, og ikki minst um tú hevur góðan uppbakning frá tínum baklandi.
So ringdi Páll Sólstein og spurdi um vit ikki skuldu fara ein rennitúr. Uttan at hugsa stórvegis, og tað var eisini gott, so avráddu vit at møtast í Intersport kl. 14:30. Páll skuldi geva Rana Nolsøe boð, tí hann skuldi við eisini.
Sum klokkan nærkaðist, at vit skuldu møtast, gjørdist veðrið eitt sindur illfýsi. So komu teir negativu tankarnir aftur, og eg hevði bestan hugin at avlýsa, kom at hugsa støðuna hjá mær í morgun. Royndi at finna røttu undanførðslurnar fyri ikki at fara.
Eg vildi ikki ringja til Páll og skuffa hann, so uttan at hugsa ringdi eg til Rana fyri at lodda dýpi, við tí fyri eyga at Rani kanska hevði hugsa tað sama sum eg, og kanska vildi avlýsa túrin í dag.
Tað eg ikki hevði hugsa yvir tá eg ringdi til Rana er at hann jú av lindi er mega positivur, so hansara fyrstu orð tá eg tosaði um veðrið og avlýsing vóru ”vit bakka fanin ikki fyri veðrinum”.
Vit møttust í Intersport kl. 14:30. Páll og Rani vóru longu komnir tá eg kom. Vit fingu ein fínan túr út í Oyrar, har práti gekk lystiliga, og veðrið tosaði eingin um.

Share this:

  • Email a link to a friend (Opens in new window) Email
  • Print (Opens in new window) Print

Related

Categories: Renning

Leave a Reply Cancel reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.

Business Name

123 Navigation Drive
Some City, Some State 12345

Connect with me

  • Facebook
  • Twitter

Copyright © 2026 · eleven40 Child Theme on Genesis Framework · WordPress · Log in