Tíðin hon strýkur avstað, tað eru nú longu 10 dagar síðan sunnudagin 25. september, tá ið eg saman við fleiri rennivinum úr Klaksvík rann Berlin Marathon. Longu á jólum fingu eg og aðrir menn startnummar til Berlin Marathon 2016 í jólagávu. Konurnar høvdu rotta seg saman, og avgjørt at Berlin Marathon skuldi rennast í 2016, og enntá høvdu tær longt túrin við 3 døgum, soleiðis at vit kundu uppliva eitt sindur meira av Berlin.
Tað vanliga er tá ið man fær jólagávur er at hon kann nýtast altfyri eitt, men soleiðis var ikki hesaferð, gávan kundi ikki nýtast fyrr enn 25. September í 2016, altso 9 mánaðar aftaná hon var latin upp, og treytin fyri at hon kundi nýtast var hart arbeiði fram til sjálvan dagin. Tað er ikki bara spurningur um at fáa startnummari á bringuna, og so renna.
Eg minnist at Vera spurdi um eg var glaður fyri gávuna. Eg haldi Vera hevði vænta at eg fóru at vera meira glaður. Støðan hjá mær akkurát tá var ikki so góð tá ið um renning ræður, formurin var ikki serliga góður, so eitt startnummar til marathon var kanska ikki júst tað eg sá koma.
Tað var einki annað at gera enn at fara í gongd við venjing mótvegis hesum stóra máli, sum Vera hevði krøkt uppá okkum bæði. Á vegnum setti eg mær annað stórt mál, og var tað at renna úr Klaksvík til Havnar til frama fyri Alzheimerfelagið. Ein skuldi trúð at tað riggaði gott saman, men tíverri so kostaði Havnatúrurin, eg mátti brúka næstan ein mánað at koma fyri meg í, og motivatiónin aftaná var ikki rættuliga har.
Eg hevði annars stórar ætlanir við Berlin Marathon, eftirsum mítt fyrsta marathon júst varð avgreitt í Berlin í 2002, altso fyri 14 árum síðani. Eg fekk eina sera góða tíð tá, megnaði teir 42,2 km uppá 3:02:23, og tað var hesa tíðina hevði eg í huganum at sláa. Men so hvørt vit nærkaðust stóra degnum, mátti eg bara ásanna at hetta fór at vera trupult. Eg hevði havt ov stutta tíð til at fyrireika meg í, hóast eg longu var tilmeldaður á jólum.
Tað kundi tykjast sum formurin var góður, tá ið eg fleiri ferðir í summar kláraði at renna skjótt á bæði 5 og 10 km, og skuldi tað tí undir vanligum umstøðum bent á at eg fór at klára ein tíð undir 3 tímar. Men tað sum er avgerandi er um grundformurin er til staðar, og tað var hann ikki hjá mær.
Spurdur hvat tíð eg ætlaði at fara eftir í Berlin, segði eg at máli hjá mær var at renna undir 3 tímar og 10 minuttir, men tað skal eingin loyna vera at eg innast inni vildi royna at klára mína tið frá 2002.
So upprann dagurin, veðrið var av tí fagrasta, vit fóru í góðari tíð av hotellinum við U-Bahn út til startøki, eg hevði fingið tildeilt at byrja í bólki C altso 3. fremsta bólki. Ruth hevði tilmelda meg at klára 2:50 – 3:00, tí var eg placeraður so frammaliga. Tað, sum kanska er eitt sindur keðiligt, um tú ikki er í formi til hetta og byrjar so frammaliga er at tú verður ofta yvirhálaður, og um nakað so er tað mega irriterandi at blíva yvirhálaður, og serliga um tað er av einari kvinnu.
Tíbetur bleiv eg ikki so nógv yvirhálaður at byrja við, ja heilt út á 30-32 km helt mín plan, rann eftir 3:02:23, svarandi til ca 4:19 pr. km, men sannheitin er nokk tann eg rann kanska ov skjótt. Eg tordi ikki at renna ov seint, og eg hevði kreftirnar. Men so aftaná góðar 30 km byrja kreftirnar at ganga undan, og tað er júst her tann nógv umrøddu múrurin kemur inn, tíbetur so fall ferðin ikki so nógv, eg hevði enn tá kreftir at seta ferðina upp tá ið eg var komin ígjøgnum Brandenburger Tor og rann seinastu 200 metrarnir í mál. Tíðin bleiv 3 tímar 5 minuttir og 50 sekund, 3 minuttir og 27 sekund seinni enn í 2002, tað er altso 14 ár síðani, so tað er ikki so galið av einum 50 ára gomlum unglingi.
Ein fín jólagáva, sum eg eri sera glaður fyri. Takk fyri Vera.
Speak Your Mind